Ítróttur

Nýtt føroyskt met til Poulu ??ssursdóttir Mohr í 50 firvald

...

2013-08-02 16:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Poula ??ssurdóttir Mohr setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni í Barcelona svam teinin uppá 28.52 sekund. Hetta er stór betring av metinum í mun til tær 28.94 sum Astrið Foldarskarð svam á Danish Open í mars mánaða, og enn størri persónligt met hjá Poulu. Tíðin rakk til eitt 41. pláss av 60 luttakandi, sí úrslitalistan her.

Kelda: svimjing.com

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder