Vinna

RAN gevst nú við makrelfiskiskapinum

...

2013-08-22 15:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystitrolarin RAN, sum í summar hevur verið á makrelveiðu, kom á Kollafjørð tíðliga í morgun við 350 tonsum av frystum makreli, sum teir hava fiskað norðanfyri Føroyar. RAN hevur partrolað, mest við Grunnabarð, tað hava verið 24 mans við skipinum.

Tá ið RAN fer nýggjan túr í komandi viku, tá fara teir á kongafiskaveiðu í Norðurhavinum - við Jan Mayen

RAN er gamli Enniberg.

Myndir tá ið RAN kom á Kollafjørð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder