Mentan

Sangløta í SALT á Drelnesi leygarkvøldið

....

2019-02-22 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Leygarkvøldið 23 februar kl 21:00 skipar sangbólkurin VITIN úr Klaksvík fyri sangløtu í SALT á Drelnesi.

Sangbólkurin VITIN er kendur í kristiligum høpi fyri at skipa fyri ???SYNGIÐ VIÐ??? tiltøkum í ítróttar- og samkomuhallum og annars syngja til kristilig møti o.a. Bólkurin byrjaði at syngja saman í 2001 og var øll tey mongu fyrstu árini sera virkin og skipaði fyri fleiri stórum sangtiltøkum hvørt ár. Bólkurin hevur sungið í flest øllum ítróttar-og samkomuhøllum kring landið harímillum fleiri ferðir í ítróttarhøllini í Trongisvági. Sangúrvalið, sum bólkurin syngur og spælir eru mest kendir kristiligir sangir og sálmar, ílætnir ein lættan tónleikaligan búna, umframt sangir yrktir serliga av Levi Joensen við lagi eftir Torkil Mørkøre. Í sangbólkinm VITANUM eru: Dávur Johannesen, sang og basguitar Guttorm Matras, akustisk guitar Jóan Petur Hansen, el-guitar Jógvan Høj, sang Jóhan Páll Joensen, sang Petur Vitalis, sang Pætur Gerðalíð, trummur Torkil Mørkøre, sang og tangentar
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder