Vinna

Skipini bíða eftir landingartørni

...

2013-08-24 23:39 Author image
placeholder

 Fagraberg og Jupiter sigla inn, men teir mugu bíða eftir at sleppa framat at landa. Fagraberg skal á Kollafjørð við 8-900 tonsum, men har landar Atlantsfarið, so Fagraberg sleppir ikki framat fyrrenn í morgin.

Jupiter er eisini farin at sigla inn, teir hava 1.300 tons. Jupiter skal á Tvøroyri, har landar Finnur Fríði í løtuni og Saksaberg er júst komin á Tvøroyri, so Jupiter sleppir heldur ikki framat fyrrenn í morgin.

Bæði Fagraberg og Jupiter fara fyrst á Fuglafjørð, har teir skulu leggja trol upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder