2018-09-21 09:18
Almennar viðmerkingar
Endamálið við uppskotinum er, at ein og hvør, sum fær eina gávu, sum er kr. 5.000,00 ella minni, skal sleppa undan at gjalda skatt av hesi gávu. Eingin kann fáa meira enn kr. 5.000,00 skattafríar frá sama gevara í einum ári. Heldur ikki kann samlaða upphæddin av skattafríum gávum fara upp um kr. 30.000,00 í einum ári. Við tað at uppskotið einans fevnir um gávur frá likamligum persónum, er talan um pening, sum longu er skattaður einaferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald