Vinna

Smoltstøðin á Fútakletti munandi útbygd

...

2013-08-21 17:02 Author image
placeholder

 HIDDENFJORD útbyggir smoltstøðina á Fútakletti munandi, væntandi verður arbeiði liðugt tíðliga í heyst.

Vit hava prátað við stjóran - Atla Gregersen - í morgun. Stjórin sigur, at í samband við at teir hava smoltini longri á smoltstøðini, so er neyðugt við meira kørum - seinastu smoltini sum teir settu úr vigaðu 370 gramm.

Tað at teir seta størri smolt út hevur við sær, at smittuvandin á sjónum verður munandi minni, tí laksurin gongur nógv styttri tíð í ringunum á sjónum - Atli Gregersen sigur, at úrslitini benda á, at úrslitið verður munandi betri.

HIDDENFJORD alir uml. eini 11.000 tons um árið. Prísurin er góður í løtuni, teir selja mest til USA, men Kina er eisini ein góður keypari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder