2018-09-21 09:29
Viðmerkingar:
Endamálið við uppskotinum er, at heimildin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at selja part av kvotunum á Flemish Cap, verður tikin burtur.
Seinastu árini hava verið sera tung hjá heimaflotanum. Nú sæst ein glotti, tí kvoturnar á Flemish Cap sannlíkt verða hækkaðar. Sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, skal øll henda hækking seljast á uppboðssølu. Heimaflotin hevur kempað fyri at knógva undir lakum fiskiskapi, men nú útlitini eru frægari, skal allur vøksturin takast frá teimum. Hetta er dárahugburður móti vinnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald