Vinna

Súlubonusskipanin verður enn sterkari

...

2017-07-27 13:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Súlubonusskipanin verður enn sterkari! 

Nýggja talgilda Súlubonusskipanin hjá Atlantic Airways er sera væl móttikin, og longu eru fleiri enn 14.000limir í skipanini. 

Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at betra enn meira um Súlubonusskipanina, og nú skipanin er nakrarmánaðir gomul, hevur felagið gjørt eina eftirmeting. Grundað á hesa eftirmeting hevur Atlantic Airways gjørtnakrar tillagingar, ið koma limunum til góðar: 

??? Tíðin, vunnin stig eru galdandi, er longd úr fimm upp í sjey ár 

??? Stigatalið í skipanini verður nú tillagað soleiðis, at tað er lættari at samanbera við onnur flogfeløg 

??? Tað er nú eisini upp til 20% skjótari at spara sær stig til eina bonusferð 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur í viðmerking: 

"Hesar broytingarnar koma øllum okkara súlulimum til góðar. Tað verður skjótari at spara sær stig til einabonusferð og tey, ið ikki ferðast ofta, fáa í størri mun møguleika at gangnýta síni súlubonusstig, tí tíðin, stiginieru galdandi, er longd við tveimum árum. Stigatalvan er eisini broytt soleiðis, at gjøgnumskygnið fyri kundanverður størri.??? 

Nýggja stigatalvan sæst á myndini niðanfyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder