Seinastu árini, hava vit í Vága Kommunu havt
tekniskar trupuleikar á fleiri mótum, so sum, vatntrot, ólag á vatnleiðingum og
kloakkum, lágt vatntrýst, bilar og maskinur niðurslitnar osv.
Vit á Nýgga Lista halda at tíðin er komin til, at
vit mugu skipa hetta betur, til gagns fyri borgararnar í Vága Kommunu. Og hava nøkur uppskot um, hvussu vit koma hesum
trupuleikum til lívs.
Við hesum tiltøkum, sum eru nevnd niðanfyri, kunnu
vit koma langt tann betra vegin.
Viðlíkahaldsskipan
Flest øll vita, at eitt vælvirkandi maskinarí
koyrir best, verður tað viðlíkahildið við jøvnum millumbilum, eftir einari fast
ásettari skipan, nevniliga við eini fyribyrgjandi viðlíkahaldsskipan við daga-
ella tímaintervallum.
Tað finnast fleiri slík viðlíkahalds forrit, og uttan
ivað finst eitt forrit, sum er væl egna til tekniska økið hjá eini vælvirkandi
kommunu.
Hendan viðlíkahaldsskipan skal vera viðvirkandi til
at, vit í Vága Kommunu ikki renna okkum í trupuleikar av øllum handa slag, í
tíð og ótíð.
Í viðlíkahaldsskipanina skullu øll aktiv hjá Vága
Kommunu vera.
Hetta umfatar: bygningar, maskinur, akfør,
havnaøkir, vatnskipanir, størri ventilar, pumpur og kloakkskipanir.
At byrja við, tekur hetta nakað av tíð at byggja
upp, men sum tíðin líður verður hendan skipan, viðvirkandi til eina stóra
sparing fyri kommununa, tí umvæling/eftirhygging verður gjørd við jøvnum og
ásettum millumbilum.
Við hesi skipan, fæst eisini ein sera
týdningarmikil skráseting av, hvat var gjørt við tann ávísa bygningin ella
maskinuna, aftur í tíðina.
Á henda hátt kemur vitan um ymisk
viðlíkahaldsarbeiðir, ikki at liggja á nøkrum fáum herðum, men verður goymd í
eini skipan.
Vatntrot
Í ár vóru vit vitnið til eitt sera turt vár og
summar, hetta førdi til vatntrot í Sandavági, tá mundu fleiri spyrja seg
sjálvan, um vit ikki tóku vatn úr Føroya størsta Vatnið til Vága Kommunu, men
tað gera vit bara partvís. Hesin trupuleikin er ikki loystur enn. Men ein loysn
fyri hetta, er at leggja eina vatnleiðing, úr tí nýggju vatnleiðingini á
Giljanesi, og heim um Leitið og binda Sandavág uppí.
Hendan vatnleiðing kemur úr Vatninum, umvegis
Miðvág, og er løgd inn til Giljanes fyri árum síðan, tá rækjuvirkið mangalaði
vatn.
Møguliga skal ein pumpuskipan vera ein partur av
hesum vatnleiðing, og kann takast í brúk tá tørvur er. Við hesum verður
trupuleikin við vatntroti loystur frameftir.
Vatntrýst til sethús
Vit hava trupuleikar við vatntrýstið Norði á Heiðum
í Miðvági, á Nesavegnum/Húsanesavegnum á Giljanesi, á Traðarvegnum í Sandavági
og møguliga aðrastaðni.
Tað er umsíður avgjørt at seta ein hydrofor upp Norði á Heiðum, tað
er ein pumpuskipan, sum skal halda vatntrýstinum javnt høgt, so tað er nøktandi
fyri borgaran. Tað sama eigur at vera gjørt á Giljanesi og við Traðarvegin, sum
skjótast.
Hetta er ein skjót, brúkbar og bílig loysn, men best
hevði verið um vatnbrunnar vóru bygdir longur uppi, so vit ikki eru, ov tengd
at el-drivnum hydroforum.
Rottutýning
Tað tykist sum talið av rottu er í øking, og tí
eigur okkurt munagott at vera gjørt.
Vága Kommuna, eigur saman við Sørvágs Kommunu, at
skipa fyri at vit fáa týnt rottuna í Vágum.
Vit hava fingið almenna ráðgeving frá dananum í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen,
hvussu eigur at vera fari fram við týningin.
Tað er tíðliga á várið, tá rottan er illa fyri, og
lættari fæst at eta rottueitur, at farast skal undir eitt átak. At leggja
rottueitur út alt árið, ger púra ongan mun yvurhøvur.
Men tað er eisini neyðugt at samskipa hetta, tí tað
nyttar ikki at onkur leggur út og grannin ikki gerð tað.
Og tí eigur henda rottutýning, at samskipast av
báðum kommununum á ein slíkan hátt, at borgarar í eru áhugaðir í rottutýning og
allir hagapartar Vágum luttaka, ein leygardag tíðliga á várið, ár undan árið, so
vit kunnu gera enda á trupuleikanum.
Tekniskt toymið
Eitt uppskot er at hava eitt tekniskt toymið í Vága
Kommunu, sum skal hava tað endamál, at koma við hugskotum og ráðgeving, fyri hvat kann gerast betri, á tekniska
økinum.
Tí er tað eitt hugskot, at fólk við áhuga fyri at
finna tekniska loysnir í kommununi, sótu í einum slíkum toymið.
X við Lista V ??? Ein sterk eind ??? Vælferð, Ábyrgd, Gróður, Atlit.
Dagbjørn Hansen & Jan Erik Simonsen, valevnir á Nýggja Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu.ýráðsvalið í Vága Kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald