Vinna

Tíðindaskriv í samband við foðurflaka til MOWI

....

2021-06-09 10:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 MOWI keypt fóðurflaka frá JT electric til at brúka á Sandsvág 

Fyri góðari viku síðan kom fóðurflakin Árnaberg til landið. Talan er um ein fóðurflaka, sum skal liggja ankraður á Sandsvág og brúkast til alingina hjá MOWI á staðnum. Tað er JT electric á Kambsdali, sum hevur gjørt flakan og ment tøknina umborð. 

 - Vit fegnast um møguleikan at gera hendan fóðurflakan til MOWI, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Hóast korona-støðan í heiminum hevur havt stórar avbjóðingar við sær, so kláraðu vit at byggjan flakan uppá rekord-skjóta tíð og levera hann til tíðina. 

Fóðurflakin tekur 700 tons av fóðri til laks og 5 tons av fóðri til rognkelsir. Flakin er útgjørdur við framkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali. Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum. 

- Vit valdu at keypa alla tekniska útgerð til aliøkið á Sandsvág frá einum føroyskum veitara, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri hjá Mowi í Føroyum. Umframt fóðurflakan hevur JT electric levera kameraskipan, fóðurskipan, netsamband, sensorskipan og landstreymsloysn, sum alt er ment í Føroyum. 

Stór atlit eru tikin til umhvørvið í mun til útsjónd, útlát og ljóð. Landsstreymkaðal verður lagdur út til flakan, so at øll streymveiting kemur frá landi og harvið verður einki olju- og ljóðútlát frá motorum umborð. Harafturat eru blásararnir til fóðurskipanina umborð settir inn í ljóðdoyvandi kabinett. 

Í løtuni liggur fóðurflakin við bryggju í Vestmanna. Eftir ætlan verður hann lagdur út á aliøkið seinni í mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder