JN

Tíðindaskriv í samband við tungan serflutning í samband við útbyggjan av Zarepta

...

2013-08-21 14:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við útbyggjan og víðkan av leguhúsunum á Zarepta, verður komandi dagarnar nakað av tungari ferðslu á strekkinum, Heimara Bryggja, Miðvágur og út á Vatnsoyrar, frá í morgin kl. 0900 og nakað út á seinrapartin. Møguliga verður eisini koyrt um kvøldarnar og út á náttina. Arbeiði kemur at taka tær næstu 3 vikurnar.

Í hesum sambandi verður ferðin á strekkinum, - rulluportur vestan fyri Vatnsoyrar - við Sjatlá - og til rullu-portur skamt sunnan fyri Norðarugjógv, við Vatnsoyrar, sett niður í eina helvt. 40 km/t. Hettar í samband við at forvognur við vogni skal hava møguleika at svinga til høgru og inn á Vatnsoyrar.

Heitt verður at ferðandi á hesum strekki at vísa størsta varðsemi saman við tí neyðuga tolsemi, soleiðis atvanda støður ikki standast av hesum arbeiði.

Tá arbeitt verður - eru vegatalvur settar upp - sum vísa hvussu koyrast skal. Hvat ferðin í mesta lagi má verðaog so framvegis.

John Kruse, vaktleiðari.

Politiið í Føroyum,

251811

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder