Politikkur

Tingfundurin í dag byrjar kl. 13.30

....

2021-02-18 09:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Dagsskráin, hósdagur, 18. februar 2021, kl. 13:30
1 3. viðgerðLM-066/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum, frítaka flytigóðsmotorakfør frá skrásetingargjaldi, stytta tíðarskeiðið fyri undantøku av virðisavgjaldi hjá hýru- ella skúlavognum og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisavgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
2 3. viðgerðLM-067/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum, keyp av ávikavist orkuvinarligum motorakførum og elriknum hitapumpuskipanum og dagføring av reglunum um leigubilar)
3 Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, leggur fram tingmál nr. F-3/2020: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um løgtingslóg um sjófeingi
4 1. viðgerðLM-080/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Tekning av ávísum sertryggingum í útlendskum tryggingarfeløgum)
5 1. viðgerðLM-077/2020 - Uppskot til samtyktar um barnaváttanir
6 1. viðgerðLM-079/2020 - Uppskot til samtyktar um økissálarfrøði
7 1. viðgerðLM-081/2020 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2021
8 Umrøða av spurningiSS-005/2020 - Heilsustøðan hjá ungum í Føroyum
9 Framløga
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder