Ítróttur

Tróndur Arge, Miðlahúsið metir um 20. umfar í Effo-deildini

...

2013-08-18 19:15 Author image
placeholder

 

Í ??? HB X

So er klassikarin í føroyskum fótbólti aftur á skránni. HB hevur beina kós móti FM-heitinum, men snávaði móti Víkingi í Gundadali farna vikuskiftið. Til hendan dystin er vert at leggja til merkis, at Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal og Christian R. Mouritsen allir byrjaðu inni í landsdystinum móti Íslandi. Umframt tað, so er Andrew av Fløtum leikbannaður, meðan Símun Samuelsen næstan ikki hevur vant í summar vegna skaða.
Samanlagt kann hetta geva KÍ, sum bara hevði Páll A. Klettkarð við í hópinum í Íslandi. Ivan Joensen var við U21-landsliðnum og fekk bara nakrar fáa minuttir.
So her er spurningurin hvønn týdning tað kann fáa. HB tolir at missa stig, tí hvørki ÍF ella EB/Streymur tykjast hótta teir.
Her er ein javnleikur møguligt úrslit. KÍ kann brúka hvørt stigi teir fáa, meðan HB kann liva við einum javnleiki.
Seinast liðini spældu í Klaksvík vann HB ein spennandi 4-3 sigur, eftir at KÍ var á odda 3-2. Hinvegin, so fekk KÍ av at vita í Gundadali í summar.
HB spælir við 85% ferð og tekur til takkar við einum javnleiki.


B36 ??? AB X

B36 er tað liðið, sum hevur spælt flestar javnleikir, meðan AB hevur spælt fýra javnleikir á útivølli. Í fyrsta dystinum millum liðini í ár endaði tað eisini við javnleiki í Gundadali, meðan AB vann 3-2 á Argjum.
B36 hevur havt Hørð Askham og Gilla Sørensen í dysti fyri U21-landsliðið, meðan AB-liðið enn eina ferð er fullmannað.
Tað er upplagt, at hesin dysturin endar við javnleiki. Helst kemur B36 at verða leikliga omaná í dystinum, meðan AB hevur meiri orku á liðnum og hevur betri møguleikar at styrkja liðið frá bonkinum.
Ein møguleiki er ein endurtøka av seinasta dystinum millum liðini, har B36 leggur best fyri, meðan AB síðani arbeiður seg inn í aftur dystin. Hesaferð røkkur tað tó til ein javnleik.


Víkingur ??? 07 Vestur 1

Hetta gevur seg sjálvt, sjálvt um 07 Vestur spælir við størri spæligleði í løtuni. Víkingur er á veg fram og vinnur alt, sum stendur í vegin í løtuni. Víðari í Europa League , í steypafinaluna og klatra upp eftir stigatalvuni í hvørjum og vunnu sum teir fyrstu í ár í Gundadali móti HB.
Her er mest sannlíkt, at Víkingur setur seg á dystin, meðan 07 Vestur spælir upp á mótálop. Við Finni Jutinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Filip Djordjevic í álopinum, so verður tað ov stórur biti hjá 07 Vestur at gloypa.
Greiður sigur til Víking.


TB ??? ÍF 2

Páll Guðalugsson er nýggjur venjari hjá TB og tað verður spennandi at síggja hvat hann klárar at gera við keðiligu gongdina hjá felagnum í summar.
ÍF er á øðrum plássi og hóast teir hava snávað tvey tey seinastu umførini, so hevur tað verið í evstu løtu. Tí bendir lítið á, at teir spæla so nógv verri enn áðrenn, men mangla bara tað seinasta. Tí er ikki óhugsandi, at ÍF hevur takið á TB, sum seinastu dystirnar ikki hevur klárað at sannføra nakran um, at tað fer at eydnast at bjarga sær.


NSÍ ??? EB/Streymur 2

Hesin dysturin er torførur at meta um. NSÍ hevur fingið nýtt lív við Heðini Askham, meðan EB/Streymur ikki kann avskrivast. Árni Frederiksberg fór skaddur av vøllinum í U21-landsdystinum móti Írlandi. Ivasamt er um hann verður førur fyri at spæla sunnudagin.
Fyri EB/Streym vóru bæði Arnbjørn Hansen og Gunnar Zachariasen í dysti fyri ávíkavist A-landsliðið og U21-landsliðið. Eisini hevur Gert Hansen leikbann.
Hóast NSÍ kanska var nærri sigrinum móti AB fyri viku síðan, so vístu teir ikki, at teir eru til reiðar at leggja bein fyri FM-vinnarunum og steypafinalistunum.
Her er ein javnleikur eisini ein møguleiki, men EB/Streymur, á einum góðum degi, er eitt betri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder