JN

Tvey nýggj loyvi eru latin til taraaling

...

1899-12-31 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár vóru trý aliloyvi útskrivað, harav tvey nýggj taraloyvi og eitt aliloyvi til laks og síl, sum var endurnýggjað.


Tað var í desember í fjørð, at fimm alifirðir vóru bodnir út til taraaling. Millum teir fimm útbodnu firðirnir vóru Fámjin og Kaldbaksfjørður.

Ein umsókn var til lívtaravirksemi á landi í Fámjin, og var tað fyritøkan SP/F TARI Seaweed, sum átti hesa umsóknina. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur viðgjørt umsóknina, og í gjár var loyvið útskrivað. Loyvið fevnir um lívtaravirksemi av fimm ymiskum tarasløgum og er galdandi til 1. juli 2032. Loyvið hevur eyðmerkingina LA-01.

Á Kaldbaksfirði vóru tveir umsøkjarar til tríggjar umsóknir um taraloyvi. Eini umsøkjarin søkti um eitt lívtaraloyvi á landi og eitt aliloyvi á sjónum, meðan hin umsøkjarin søkti um aling á sjónum.

Í 2018 var alilógin broytt. Eitt av høvuðsendamálunum við broytingunum í alilógini var loysa upp fyri meginregluni um ???ein alara ??? ein alifjørð???, soleiðis at taraalarar kunnu sleppa at hava taravirksemi á somu firðum sum laksaaling.

Kortini var mett neyðugt við eini varðligari framferð, og bara loyva einum taraalara á hvørjum fjørðri í fyrstu atløgu. Av hesi orsøk kann aliloyvi til tara á Kaldbaksfirði bara gevast øðrum av umsøkjarunum, og hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan tikið avgerð um at geva fyritøkuni SP/F TARI Seaweed aliloyvi til tara á sjónum. Loyvið fevnir um fimm ymisk tarasløg og er galdandi til 1. juli 2032. Loyvið hevur eyðmerkingina AA-02.

P/F Bakkafrost hevur aliloyvi til Laks og síl á alifjørðinum Hvannasund suður, og í gjár var hetta loyvi endurnýggjað. Til aliloyvið hoyra aliøkini A-11 og A-21. Ongar broytingar eru gjørdar í loyvinum síðani 2006. Loyvið er galdandi til 30. juni 2031.

Niðanfyri eru uppgerðir yvir

  • galdandi aliloyvi, íalt 38 stk
  • aliloyvi ið innganga í eigaraavmarkingina, íalt 20 stk.
  • aliloyvi á landi, íalt 16 stk og
  • aliloyvi ið eru tikin aftur ella latin inn, íalt 17 stk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder