2014-04-02 22:16
Vestmanna: Vestmanna Kommuna fekk meira í kommunuskatti í mars 2014 enn sama mánaða í 2013. Í mars 2014 fingu vit kr. 2.949.176 í mun til kr. 2.599.381 í mars 2013; vøksturin er á kr. 349.795, svarandi til 13,46%.
Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 5,54% í mun til 2013, svarandi til kr. 457.064.
Vit eru nøgd við skattin fyri mars mánað. Vónandi kemur henda positiva gongdin at halda áfram restina av árinum.
Í talvuni niðanfyri sæst kommunuskatturin hjá Vestmanna Kommunu fyrstu mánaðirnar í 2014 samanborið við somu mánaðir í 2013:
| Álíkning 2014 | Álíkning 2013 | Munur í kr. | Munur í % | |
| jan. | kr. 2.679.245 | kr. 2.592.512 | kr. 86.733 | 3,35 |
| febr. | kr. 3.082.215 | kr. 3.061.679 | kr. 20.536 | 0,67 |
| mars | kr. 2.949.176 | kr. 2.599.381 | kr. 349.795 | 13,46 |
| apr. | ||||
| mai | ||||
| juni | ||||
| juli | ||||
| aug. | ||||
| sept. | ||||
| okt. | ||||
| nov. | ||||
| des. | ||||
| Samlað | kr. 8.710.636 | kr. 8.253.572 | kr. 457.064 | 5,54 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald