Vinna

Bæði Magn og EFFO hava lækkað prísirnar í dag

Seinnapartin hava bæði Magn og EFFO lækkað prísirnar á brennievni

2022-03-12 17:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir at prísirnir á brennievni eru hækkaðir nógv higartil í ár, so eru teir seinastu tveir dagarnir lækkaðir nakað aftur. 

Í dag kostar ein litur av bensini 12,85 og ein litur av dieseli 11,4 kr. Í báðum førum er tað ein lækking á 0,75 kr/liturin í mun til prísirnar hósdagin. 

Eisini prísurin á gassolju er lækkaður, og kosta í dag 1000 litrar 10.413 kr, tað er ein lækking í mun til hósdagin á 750 kr - ella 0,75 kr/liturin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder