Mentan

Bátur og bátasmíð í Sandavági

Seinasta hond verður í hesum døgnum løgd á kunningartilfar, í sambandi við at bátasmiðurin Terji R. Jakobsen fer at smíða eitt 5-mannafar á Steig í Sandavági, summarið 2023. (Steigartún 8 í Sandavági)

2023-06-18 21:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Verið við frá byrjan og ognið tykkum eitt eintak av bókini við kunningartilfarið um bátin og bátasmíð, sum heild og í Sandavági. Eisini vera 14 plakatir við kunningartilfarið um bát og bátasmíð settar upp á staðnum, har bátasmiðurin fer at smíða.


Bókin í telur 90 síður, fæst fyri 100 krónur, kontant søla á staðnum.


Ætlanin er at hava eitt hátíðarhald 1. juli 2023, tá byrja verður, at seta reisingar og kjøl í barkastokk, á fløtuni har Einar Hentze (1867-1959) smíðaði bátar.


Skráin fyri dagin 1. juli 2023 kemur seinni.


Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag

Steigartún 8, 360 Sandavágur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder