Politikkur

Bretska oljuvinnan ynskir økt samstarv við Føroyar

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, luttók á stórum orkufundi í Aberdeen týsdagin og mikudagin, har leiðslurnar fyri mest sum allar áhugapartar innan skotsku oljuvinnuna og undirveitarar vóru umboðaðar..

2026-09-18 09:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Høvuðsendamálið við ferðini var at gera greitt, at Føroya Landsstýri stuðlar møguligari leiting eftir olju, gassi og øðrum tilfeingi í føroyskum øki, og at vónin er, at bretska stjórnin í næstum fer at loyva, at økini hinumegin markið kunnu fara undir framleiðslu. Avgerðin hjá bretsku stjórnini kann fáa avgerandi týdning fyri møguligt virksemi føroysku megin markið. Serliga var útbyggingin av Rosebank oljukelduni, nærhendis føroyska markinum, nógv umrødd á fundinum.

Landsstýrismaðurin var gestur hjá Offshore Energies UK (OEUK), sum var vertur fyri orkufundinum. Hann varð sera væl móttikin og fleiri av oddafólkunum fyri skotsku oljuvinnuna vóru eisini fegin um føroyska ynskið um økt oljuvinnusamstarv við Skotland.

Stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, var eisini við á fundinum. Stjórin fyri Offshore Energies UK, David Whitehouse, legði í setanarrøðu síni dent á møguligt økt samstarv við Føroyar.

Jacob Vestergaard vitjaði eisini á trygdarvenjingarstøðini 3t í Dyce, umframt hjá Port of Aberdeen.

Havnin í Aberdeen er í rívandi menning og hýsir virksemi av ymsum slagi. Umframt frálandavirksemi vóru eisini platformar, cruiseskip, fiskiskip o.a. á havnini henda dagin. Vónin er, at havnalagið í framtíðini eisini kann fara at hýsa eini vaksandi vinnu við havvindmyllum og tænastum í hesum sambandi.

- Eg taki undir við fleiri av skotsku umboðunum, at vit eiga at hyggja at øllum møguleikum fyri at útvinna okkara egna gass og olju, heldur enn at vera bundin av innfluttum kolvetni, sigur Jacob Vestergaard í sambandi við orkufundin í Aberdeen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder