Vinna

Brimil hevur havt úr at gjørt

Brimil havt fimm uppgávur seinastu fimm dagarnar

2022-01-11 23:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vaktar- og bjargingarskipið Brimil hevur havt fimm uppgávur seinastu dagarnar.

Tann 6. januar var Brimil sendur, at leita eftir leysari alislangu á sjónum millum Stong og Eystnes.

Tann 7. januar hevði ein útróðrarbátur fingið motortrupuleikar norður úr Fugloynni. Brimil fylgdi honum til lands.

Tann 8. januar hevði ein línubátur fingið trupuleikar vestanfyri. Brimil sleipaði bátin á Havnina.

Tann 9. januar fekk ein útróðrarbátur um skrúvuna norðan fyri Vágoynna. Brimil sleipaði bátin fyrst á Fuglafjørð og síðani til Klaksvíkar.

Í gjár fekk Polarstjørnan trupuleikar norðanfyri. Brimil sleipaði hana til Klaksvíkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder