Vinna

Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum minkaði 2,8 prosent í 2020

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum var 21,2 milliardir krónur í 2020. Koronufarsóttin ávirkaði føroyska búskapin í 2020, sum millum annað sæst aftur í, at bruttotjóðarúrtøkan var slakar 600 millónir krónur ella 2,8 prosent minni enn í 2019.

2022-03-02 11:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tað er ymiskt, hvussu virðisøkingin innan ymsu vinnurnar broyttist í 2020 í mun til 2019. Størsta afturgongdin var innan fiskiveiðu og fiskaaling, sum í mestan mun framleiða vørur til útlendskar marknaðir, umframt flutnings- og goymsluvinnu.

"

Havast skal í huga, at talan er um tjóðarroknskaparuppgerð í ársins prísum, t.v.s. ein lýsing av ymsum mátum, ið er samansett av prísum og mongdum ár fyri ár og ikki um mát fyri mongdarbroyting.

"

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og við at leggja meirvirðisgjald og aðrar vøruskattir afturat hesum. Myndin omanfyri vísir bruttotjóðarúrtøkuna árini 1998-2020 og talvan niðanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum, skift á vinnugreinabólkar árini 2017 til 2020. Virðisøkingin minkaði stívliga 730 milliónir krónur ella 3,8 prosent í 2020 samanborið við 2019.

"

Millum annað sæst fyri byggivinnuna, at virðisøkingin heldur á fram at vaksa og var 8,5% hægri í 2020 enn í 2019. Galdandi fyri hesa vinnu er, at hon í størstan mun framleiðir vørur og tænastur til innlendska nýtslu og íløgur. Í 2020 minkaði virðisøkingin í alivinnuni við næstan eini helvt. Gongdin í alivinnuni hevur annars verið góð seinastu árini, undantikið eini lítlari afturgongd í 2018 vegna eini samanseting av lægri prísi og nøgd av útfluttum laksi, umframt øktar útreiðslur í sambandi við vaksandi lúsatrupulleikan. Matvøruvirking, sum í stóran mun fevnir um virking av vørum úr fiski til útlendskar marknaðir, hevði hinvegin bert eina lítla minking í virðisøking á -0,3 prosent í 2020 í mun til 2019. Í vinnugreinini 'Annar ídnaður', ið m.a. fevnir um skipasmíð og framleiðslu av metalvørum, pakningi og aðrari útgerð til m.a. fiskiveiðu og alivinnu, er virðisøkingin eisini vaksin lutfalsliga nógv seinastu árini.

Fyri flestu tænastuvinnurnar minkaði virðisøkingin nakað í 2020 samanborið við 2019, og lutfalsliga stór minking sæst í flutnings- og goymsluvinnuni. Koronufarsóttin ávirkaði gistihús og matstovur í stóran mun orsakað av færri útlendskum ferðafólkum, ímeðan føroyingar nýttu fleiri pengar í Føroyum, sum økti smá- og heilsøluna. Vinnugreinin ‘Smá- og heilsøla, gistihús og matstovur’ hevði samlað eina minking í virðisøkingini á 4 prosent. Hinvegin hevur vinnugreinin 'Kunning og samskifti' havt størri virðisøking í 2020 í mun til 2019.

"

Myndin omanfyri vísir vakstrarískoytið fyri hesar yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2013 til 2020. Myndin vísir, hvussu stóra ávirkan ymsu broytingarnar í serliga tilfeingisvinnunum hava á samlaðu árligu broytingina í virðisøking, og hesin vinnubólkur er tann, ið sveiggar mest. Vinnubólkurin ‘Ídnaður, orka og bygging’ hevur positivt vakstrarískoyti øll árini frá 2013 til 2020.

Endurskoðan av tjóðarroknskapinum frá 1998 til 2020

Hagstova Føroya hevur í longri tíð arbeitt við einari endurskoðan av tjóðarroknskapinum, ið nú er komin á mál. Nýggjasta útgávan av tjóðarroknskapinum er ein endurskoðan av uppgerðini aftur til 1998.

Endurskoðanin hevur millum annað við sær, at bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) veksur øll árini aftur til 1998. Serliga seinnu árini veksur bruttotjóðarúrtøkan. Av tí, at bruttotjóðarúrtøkan broytist fyri einstøku árini, ávirkast árligu broytingarnar í bruttotjóðarúrtøkuni tí eisini nakað.

Í 2019 hækkar bruttotjóðarúrtøkan úr 20,9 milliardum krónum upp í 21,8 milliardir krónur. Í 2018 hækkar bruttotjóðarúrtøkan úr 19,3 milliardum krónum upp í 20,1 milliardir krónur. Árliga broytingin í BTÚ frá 2018 til 2019 er hækkað úr 8,2% upp í 8,6% ella við 0,4 prosentstigum.

Myndin niðanfyri vísir broytingarnar í bruttotjóðarúrtøkuni undan og eftir endurskoðanina aftur til 1998. Tað, sum ávirkar bruttotjóðarúrtøkuna, er í høvuðsheitum broytt framleiðsluvirði og broytt nýtsla í framleiðsluni.

"

Endurskoðanin er í høvuðsheitum ein neyvari viðgerð av framleiðandi eindum í føroyska búskapinum.

Tað er úrtøkan í einstøku geirunum í føroyska búskapinum, sum verður tald upp, tá bruttotjóðarúrtøkan verður uppgjørd. Geirarnir í tjóðarroknskapinum eru S11 Ikki-fíggjarlig feløg, S12 Fíggjarlig feløg, S13 Almenn fyrisiting og tænasta, S14 Húsarhald og S15 Felagsskapir.

Endurskoðanin fevnir um broytingar hjá framleiðandi eindum í øllum geirum í tjóðarroknskapinum, og hetta ávirkar tí eisini geirauppgerðina aftur til 1998.

Niðanfyri eru broytingar í uppgerðini innan høvuðsgeirarnar í tjóðarroknskapinum lýstar.

Ikki-fíggjarlig feløg (S11)

Ikki-fíggjarlig feløg eru allar eindir, sum framleiða vørur og tænastur, ið ikki eru fíggjarligar, til marknað. Í hesum geira eru bæði privatar eindir og eindir undir almennum ræði.

Ein av høvuðsbroytingum innan hendan geiran er, at geira- og vinnugreinaásetingar hjá eindunum eru eftirkannaðar, so ásetingarnar betur fylgja altjóða leiðreglunum fyri tjóðarroknskap.

Í hesum arbeiði er eisini tryggjað, at rætt samsvar er millum virkishátt (einstaklingavirkir, partafeløg, smápartafeløg, felagsskapir, íognarfeløg o.s.fr), vinnugrein og geira. Summar eindir hava tí skift geira grundað á teirra virkishátt og vinnugrein.

Ein onnur høvuðsbroyting er, at Hagstova Føroya er farin frá at brúka nýggju talgildu kelduna, XBRL, til aftur at brúka upplýsingar úr talgildum pappírsavritum av ársfrásagnum og skattaroknskapum, ið verða latin Skráseting Føroya og Taks á hvørjum ári. Orsøkin er, at týðandi feilir framvegis verða staðfestir í nýggju talgildu kelduni. Av somu orsøk hevur Hagstova Føroya valt at brúka upplýsingar úr pappírsavritum av skattaroknskapum og ársroknskapum aftur frá 2018, tá XBRL fyri fyrstu ferð varð nýtt sum kelda undir tjóðarroknskapinum. Hesar broytingar ávirka tí tjóðarroknskapin fyri árini 2018 og 2019.

Í endurskoðanini hevur eisini verið eftirkannað, at tjóðarroknskapurin einans telur tann partin av virkseminum, ið er viðkomandi fyri føroyska búskapin, hjá teimum eindum, sum eru virknar bæði í føroyska búskapinum og uttanlands. Hetta hevur millum annað havt ávísar broytingar við sær í uppgerðini av fyritøkum úr føroysku FAS-skipanini og innan byggivirksemi.

Uppgerðin av hesum geiranum byggir serliga á upplýsingar úr skattaroknskapum og frá ársfrásøgnum hjá umleið 1.000 eindum. Millum hesar eru størstu eindirnar í geiranum, umframt nógvar smærri eindir. Í geiranum eru tilsamans góðar 3.000 eindir. Tær írestandi eindirnar verða viðgjørdar hagfrøðiliga við at brúka lutføll hjá eindum, sum líkjast vinnudemografiskt, tillagað støddina hjá viðgjørdu eindini. Av tí, at grundarlagið er broytt við áðurnevndu broytingunum, ávirkar hetta harvið viðgerðina av hesum geiranum.

Fíggjarlig feløg (S12)

Fíggjarlig feløg eru eindir, ið framleiða fíggjarligar tænastur. Eindirnar eru millum annað peningastovnar, tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, sum selja fíggjartænastur til marknaðin. Í hesum geira eru bæði privatar eindir og eindir undir almennum ræði.

Í endurskoðanini eru framleiðsla og nýtsla eftirkannað hjá fíggjarligum feløgum frá 2004 og fram við støði í roknskapum hjá fíggjarligu feløgunum. Útrokningin av framleiðsluvirðinum hjá peningastovnum nevnd FISIM (Financial Intermediation Services Indirectly Measured), og býtið av hesi framleiðslu sum nýtsla hjá vinnu og privatum, er eisini endurskoðað og broytt.

Almenn fyrisiting og tænasta (S13)

Geirin ‘Almenn fyrisiting og tænasta’ fevnir um eindir undir almennum ræði, ið framleiða tænastur til einstaklinga- og felagsnýtslu uttan fyri marknað. Ræði á eini eind verður skilmarkað sum heimild ella rættindi at avgera politikkin hjá eindini ella leggja strategi hjá eindini. Ein treyt fyri, at ein eind verður gjørd upp í hesum geiranum er, at minni enn helvtin av útreiðslunum verður fíggjað við marknaðarsølu.

Í spurninginum um ein eind undir almennum ræði antin skal flokkast sum marknaðarligur ella ikki-marknaðarligur framleiðari, verður harumframt mett um framleiðslan verður veitt antin ókeypis ella til ein búskaparliga ikki-signifikantan prís. Talan er her um prísir, ið hava eina eyðsýnda ávirkan á útboðið og eftirspurningin av vørum. Ein búskaparliga ikki-signifikantur prísur kann vera settur av fyrisitingarligum ella politiskum áðum. Løgfrøðiligar eindir undir almennum ræði verða ofta stovnaðar av tí almenna fyri at framleiða vørur og tænastur, sum marknaðurin ikki hevði framleitt fyri somu prísir, so ávís politisk mál verða nádd. Galdandi fyri hesar almennu eindir, sum fáa stuðul frá almenna geiranum, er, at hóast søluinntøkurnar kunnu dekka allan ella ein stóran part av útreiðslunum, bera eindirnar seg øðrvísi at enn privatar fyritøkur á marknaðinum gera.

Í hesi endurskoðan av tjóðarroknskapinum eru undirsjóvartunlar fluttir úr geiranum ‘Ikki-fíggjarlig feløg’ til geiran ‘Almenn fyrisiting og tænasta’ soleiðis at ásetingarnar betur fylgja altjóða leiðreglunum fyri tjóðarroknskap. Einstakar kommunalar havnir, sum frammanundan vóru í geiranum ‘Ikki-fíggjarlig feløg’, eru eisini fluttar í geiran ‘Almenn fyrisiting og tænasta’. Hesar broytingar hava tó ikki ávirkan á m.a. virðisøking og bruttotjóðarúrtøku.

Húsarhald (S14)

Húsarhaldini eru marknaðarligir framleiðarar ella framleiðarar av vørum og tænastum til egna nýtslu. Harumframt eru húsarhaldini eisini endabrúkarar av vørum og tænastum framleiddar í búskapinum ella innflutt til beinleiðis endaliga nýtslu.

Í endurskoðanini er eftirkanning, dagføring og rætting gjørd av myndli til framrokning av húsarhaldsnýtsluni.

Nýggja bygningsskráin verður nú nýtt sum kelda undir býlistalum, sum verður brúkt til at rokna árligu sethúsaíløgurnar.

Ein eftirmeting er gjørd av húsarúm, sum er virðið av at búgva í egnum býli. Tað er gjørt við støði í betraðum mongdarindeksum úr innflutningskelduni, umframt dagføring av uppgerð av prísi á nýbygging av sethúsum.

Rakstrarviðskifti gjaldsjavnans (S2)

Endurskoðanin fevnir eisini um tey rakstrarviðskifti, sum eindir í føroyska búskapinum hava við útlendskar eindir.

Ein av høvuðsbroytingunum er uppgerðin av viðskifti hjá eindum í geirunum ‘Ikki-fíggjarligar feløg’ og ‘Fíggjarlig feløg’. Uppgerðin av viðskiftunum í hesum geirum hevur higartil verið ein beinleiðis uppteljing av viðskifti hjá teimum eindum, ið hava svarað árliga spurnablaðnum hjá Hagstovu Føroya. Í endurskoðaðu gjaldsjavnauppgerðini er ein hagfrøðilig viðgerð gjørd av viðskiftinum hjá teimum eindum, sum ikki hava svarað spurnablaðnum ella hava latið eitt ófullfíggjað svarblað inn um síni viðskifti. Eindir, sum ikki hava latið inn spurnablað um síni viðskifti einstøk ár, eru viðgjørdar við støði í teimum árum, sum tey hava latið inn. Eindir, sum ikki hava svarað spurnablaðnum eru viðgjørdar soleiðis, at tær brúka lutfallið hjá eindum, sum tær líkjast vinnudemografiskt, tillagað støddina á eindini.

Harumframt fylgja tænastubólkarnir í gjaldsjavnauppgerðini nú nýggjastu flokkingini í altjóða vegleiðingini BPM6 fyri gjaldsjavnan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder