Mentan

BYRJA SEINSUMMARDAGARNAR í SANDAVÁGI í STEIGARTÚN

Fríggjadagin 25.august frá klokkan 14:00 til 16:00 er kaffi og okkurt afturvið í Steigartúni.

2023-08-25 09:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Bátasmiðurin greiðir frá gongdini við bátasmíðinum.

5-mannafarið verður ætlandi liðugt smíða, um miðjan september.

Ókeypis atgongd og kaffi.


BÓKIN FÆST TIL KEYPS Í HESUM HANDLUM

Bartalsstova/Samkeyp í Sandavági. 

Fiskastykkið/Úti á Gjógv í Sandavági. 

Kunningardiskurin á flogvøllinum í Sørvági.

Gamli Bókhandil (HNJ) í Havn. 

Rit & Rák í SMS í Havn. 

Bókabúðin í Saltangará. 

Alfa bókhandil í Klaksvík. 


BÁTURIN ER TIL SØLU

Báturin er til sølu og bjóðast kann longu nú uppá hann, hann kann handast keypara, tá hann er liðugt smíðaður. 

Støddin er 5-mannafar. Við fylgja 4 árar og róður. Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, ið lutaður varð burtur á ólavsøku 2023. Áhugað kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477.


Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder