2022-01-18 21:55
Christian kom í Ánirnar í dag við 1.400 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún fríggjamorgunin.
Teir hava fiskað eystur úr Akrabyrgi á umleið 61N og 3E, sum er tætt við markið eystanfyri. Teir komu inn, tí ein maður gjørdist sjúkur.
Í kvøld eru bara Birita og Arctic Voyager á leiðini har og Fagraberg er ávegis á feltið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald