Mentan

Dina Splidt nýggjur leiðari í Smílikulluni

Vága kommuna hevur sett Dinu Splidt í starv sum leiðara fyri frítíðarskúlan Smílikulluna.

2024-02-16 14:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vága kommuna hevur sett Dinu Splidt í starv sum leiðara fyri frítíðarskúlan Smílikulluna. Dina er 41 ára gomul og býr í Leynum. Hon er útbúgvin námsfrøðingur í 2016 og motorikvegleiðari í 2020, harumframt hevur hon prógv sum svimjilærari, umframt onnur skeið innan námsfrøði. Dina kemur úr starvi sum námsfrøðingur og varaleiðari í barnagarðinum Áarlon, í Kvívík, har hon í eitt tíðarskeið eisini hevur verið virkandi leiðari. Dina hevur somuleiðis drúgvar royndir sum hjálparfólk har arbeitt varð við menniskjum við skerdum førleikum og ríðing. 

Sum leiðari í Smílikulluni kemur Dina at vera partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum hjá Vága kommunu, og teimum verkætlanum sum eru ígongd á stovnsøkinum fyri kommununa, harí eisini at arbeiða saman við leiðsluni í Miðgarði og Sóljugarði, og námsfrøðiliga ráðgevanum hjá Vága kommunu um, at menna og framtíðartryggja tænastustøði fyri stovnsøkið í Vága kommunu í samsvar við Visjón2032 fyri kommununa. Harumframt kemur Dina at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini “Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild. 

Frítíðarskúlin Smílikullan heldur til í Gamla Skúla í Miðvági og er fyri børn í 1. og 2. flokki. Smílikullan liggur tætt við bygdaskúlan í Miðvági, so skjótt er hjá børnunum at ganga úr skúlanum til frítíðarskúlan. Smílikullan liggur sum ein perla, beint við sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina. 

Dina byrjar í starvinum mánadagin 4. mars 2024. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder