Vinna

Ein er skuldsettur fyri paragraf 266b - svenskarin verður fluttur av landinum í morgun

Tað veit løgreglan at siga í morgun.

2026-06-25 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í síðstu viku fekk føroyska løgreglan eina áheitan frá svensku myndugleikunum, um at handtaka ein svia, sum var staddur í Føroyum. 

Hann er undir illgruna fyri at hava framt "persónfarligan kriminalitet", sum løgreglan kallar tað, og hetta skal vera farið fram í Svøríki í maimánað.

Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at hann verður sendur av landinum í dag. Føroyska løgreglan fylgir manninum til Kastrup, har svenska løgreglan tekur yvir.

Sunnudagin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein persónur hevði verið á einari matstovu og sagt nøkur rasistisk orð ímóti starvsfólkunum. Viðkomandi er nú skuldsettur fyri §266b.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder