Vinna

Ein kendur maður avreiddi til NFCS í Klaksvík í dag

Sámal Petur í Grund hevði gjørt ein góðan túr á Norðhavinum, hann avreiddi til NFCS í Klaksvík seinnapartin í dag.

2022-03-23 23:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ì dag vóru vit ein túr í Klaksvík, og sum ikki einaferð, so varð spákað við bryggjukantin, har lá báturin - Daisy Maria - og umborð var kendi maðurin Sámal Petur í Grund, júst afturkomin av útróðri, hann hevði fiskað væl, sí myndirnar.

Sámal Petur í Grund er kendur sum landsstýrismaður og løgtingsmaður og nú sum skipari á bilferjuni SAM.

Vit prátaðu við altíð frintliga mannin, sum altíð hevur okkurt fittligt at fortelja, hann segði, at tá ið hann hevði frídagar við SAM og tað viðraði at fara á flot, so fór hann viðhvørt til útróðrar, hann hevði næstan altíð átt bát.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder