Lýsing

Ein øðrvísi Øskufía

Tjóðpallur Føroya setur nú eina nýmótans og hugvekjandi útgávu av klassiska ævintýrinum um Øskufíu á pall.

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

2025-11-07 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Leikurin byggir á kendu søguna um gentuna ið hevur mist mammu sína. Tá pápin fær eina nýggja konu, verður Øskufía tvungin at halda hús hjá stjúkmóðurini og stjúksystrunum, meðan tær gera gjøldur úr henni.

Tó er hesin leikurin øðrvísi enn klassiska ævintýrið við undrum og lukkuligum enda. Henda Øskufía er ein meira harðfør søga um, hvussu vit kunnu læra at sleppa fortíðini og minnast hana við einum smíli. Her er lítla og góða gentan ein meira trupul tannáringur, og kærleikin millum hana og prinsin er meira eitt vinalag ið byggir á teirra felags sorg um missin av mammum teirra.

Í hesum leikinum síggja vit hvørki klassiska glasskógvin ella hestavognin úr graskari. Henda útgávan av Øskufíu tekur støði í eini djúpari sálargreining av persónunum úr tí kenda ævintýrinum, og leikurin lýsir eina meira dramatiska og ironiska útgávu av søguni, har evnini kærleiki, svik og deyði verða kannað.

Øskufía er ein leikur sum við skemti og dýpd varpar nýtt ljós á sambandið millum børn og foreldur.

Leikurin er serliga ætlaður størri børnum og ungum úr 10 árum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder