Vinna

Ein snotulig skúta

Um 12 mans av manninigi hjá Christian í Grótinum hava riggað til í tríggjar vikur í Skagan, og eru nú farnir at gleða seg til heimferðina.

2022-03-04 19:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SKRIVAÐ: Tekst og mynd: Dávur Winther  

Tað er Karstensens Skibsværft A/S, sum hevur liðuggjørt skipið í Skagen, og í morgin, leygardagin kl. 14 verður so dópur og eftir tað, bjóðar Karstensens Skibsværft A/S inn á eina av kantinum teirra til okkurt leskandi aftaná.

Vit hava verið og forvitnast umborð í dag. Tað kann ikki sigast annað enn, at skipið er flott í skapi, men sanniliga eisini tøkniliga.

Uttan at fara í smálutis, sum rúmar "lítli høvuðsmotururin" heilar 10.000 hestar av slagnum, Wartsila. tveir stóra Caterpillar sum ljósmotorar, høvuðsskrúuaksil og síðuskrúvu aftan - Asimutt framman.

Manningarúmini eru tikin úr leiki góð og hugnalig. Tú kans eisini venja til eitt maraton um borð, ella hvíla teg í saunaini ella í heita pottinum.

Stuttligt er hjá unga Kára Müller, syni maskinmeistarnum, Esmar Müller, at hann sleppur at vera uppií. Hann lærur til maskinsmið á bedingini í Klaksvík. Men er avtala gjørd Karstensens Skibsværft A/S, at hann er í "praktik" ella læru hjá teimum, í meir enn eitt hálvt ár, meðan Christian í Grótinum hevur verið undir bygging hjá teimum.

Ein ótrúliga snotilig skúta

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder