Politikkur

Ein tankavekjari til valevnir og veljarar

Liberalisma er stutt sagt ein samfelagsskipan har, ið man ynskir, at hvør einstakur borgari skal hava fult politiskt og búskaparligt frælsi. Og tað er í ein ávísan mun í lagi. Men progressiv liberalisma er uppaftur meira framtakshugað og víðgongd. Søguliga sæð er progressivisma sprottin út úr liberalismu. Adrian Vermeule, ið er amerikanskur professari og granskari í jura skrivar í síni blaðgrein, at allar menniskjaligar ósemjur enda við at verða gudfrøðiligar.

2022-12-04 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hann pástendur, at progressivisma er sjálvt barnið og arvingurin hjá liberalismuni. Men hetta barnið er nú reinsað og skilvíst hugsandi og eitt úttrykkiligt samsvar við liberalismuna. Progressivisma stingur seg upp eftir hátíðina hjá liberala skynseminum. Hetta hendir tá ið skilvísi hevur sigrað á teimum mest opinberligu skálkunum, avtikið kongsvaldið og dripið prestarnir.


Síðan byrjar ein nýggj jagstran eftir skálkum í tillutaðum leiklutum í tí stóru progressivu dyrkanini, ið fer sera illa við demokratiinum. Tað er vert at vita, at progressivisma er tað, sum hendur, tá ið fólk hava bundið seg til ein ávísan logikk um menniskjaligt frælsi og vilja fylgja tí logikkinum líka til endan hjá tí fyrisetta frælsinum.


Samstundis skúgvar progressivisman til viks allar mentanarligt treytaðar avmarkingar og aðrar hugtaksligar forðingar, ið eru meira og minni støðuveikar, sum t.d. skilnaðurin millum tað almenna og privata og skilnaðurin millum almennar stovnar og felags viðurskiftir, sum ikki eigur at verða blandað saman.


Í hesum samanhanginum velji eg Miðflokkin, sum fyrimynd. Øll vita, at Miðflokkurin er ein kristin flokkur, ið fult og heilt gongur inn fyri kristnum virðum í samfelagnum. Hetta merkir ikki tvingsil, men bíbilskir sannleikar standandi á kærleikanum. Til dømis, at hjúnabandið er einastandandi og harvið einasti hátturin fyri samlívi millum mann og kvinnu. Og at familjan er hornasteinurin í samfelagnum. Tískil vil Miðflokkurin altíð verja menniskju ímóti fríum fosturtøkum, aktivari og passivari deyðshjálp og fosturvatnskanningum, ið eru ætlaðar at geva foreldrum rættindir til at fremja fosturtøku. T.v.s. at drepa síni egnu børn í móðurlívinum.


Hinvegin heldur Miðflokkurin, at lógin um fosturtøku eigur at broytast til bert at fevna um fosturtøku, tá lív stendur móti lívi. Miðflokkurin gongur inn fyri hollari upplýsing, haldgóðari ráðgeving og virknum stuðli til bæði pápar og mammur at føddum og óføddum børnum. Felagsskapir, ið veita ráðgeving og hjálp til tess at fyribyrgja fosturtøku, eiga sambært Miðflokkinum, at fáa bestu umstøður at virka undir. Men Miðflokkurin stuðlar hvørki kynsideologi, løgfrøðiligum kynsskifti og ei heldur politiskum rættindum til LGBT.


Minst til, progressiv (víðgongd) liberalisma trívist í fleiri føroyskum politiskum flokkum, og er faktiskt størsta hóttanin ímóti øllum tí klassiska, góða og sunna virðisgrundarlagnum hjá Miðflokkinum og føroyska samfelagnum og demokratiinum, sum heild. Tey progressivu krevja, at frælsi hjá tí einstaka skal verða ótarnað í síni natúrligu tilgongd líka til endans. Tey ganga plankan út við bindi fyri eygunum. Tað er ein sera vandamikil ideologi og ósunt ástøði at byggja okkara samfelag á.


Hetta kanst tú gera nakað við valdagin hin 8. desember 2022.   

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder