Mentan

Eins og grísahvølpar

Eilif Samuelsen tók saman um sína tíð i landsstýrinum: “Í baksýni sært tú fyri tær eina samfelagsskipan, har serliga fiskivinnan og eisini kommunurnar hingu í landskassanum eins og grísahvølpar í boppunum á súgvini. Skipanin var mest at líkna við eina avoldaða feudalskipan”, segði hann.

Mynd:  Forsætisráðharrin var í longum stríði við Óla Jacobsen. Edmund Joensen, løgmaður, roynir her at fáa reyðhúgvuna at sita.

Mynd:  Forsætisráðharrin var í longum stríði við Óla Jacobsen. Edmund Joensen, løgmaður, roynir her at fáa reyðhúgvuna at sita.

2023-12-13 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá Jógvan Olsen á Toftum var landsstýrismaður, stríddist samgongan við eitt ráfiskabýti. Hann helt stóra trupulleikan vera, hvussu kapping fekst millum keypararnar. Teir royndu við einum uppskoti, men tað fekk ikki undirtøku. Pauli Ellefsen var ímóti og segði seg frá sum floksformaður.

Landsstýrismaðurin Óli Jacobsen lurtaði ikki eftir stjórnarleiðaranum Nyrup Rasmussen um inntøkutrygd fiskimanna. Stjórnin kravdi, at inntøkutrygdin varð skerd. Men í sáttmálanum hjá Fiskimannafelagnum stóð, at lønin kundi ikki versna í sáttmálaskeiðnum. Brævaskiftið millum Óla og Nyrup var drúgt og stundum hart, men til endans vann Óli.


Hetta og annað skrivar Jógvan Arge um í bókini “Tey fóru til Íslands”, ið fæst til keyps kring landið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder