Vinna

Eivind hevur gjørt ein roktúr undir Íslandi

Eivind kom á Havnina í morgun við 250 tonsum av frystum fiski, sum teir skulu landað í Havn.

Mynd: Jan Vang - Vágaskip

Mynd: Jan Vang - Vágaskip

2023-03-19 11:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eivind fór úr Føroyum 18 februar, teir hava roynt á Vesturlandinum, teir hava havt 23 setur, so fiskiskapurin hevur verið góður.

Tað eru 17 mans við Eivind, skipari er Jan Vang.

Jan Vang segði við okkum í morgun, at hann roknar við, at teir landa í Havn í morgin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder