Ítróttur og rørsla: Leikarametini verða givin eftir somu treytum, sum Kringvarp Føroya brúkti.
- 5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
- 4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
- 3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
- 2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
- 1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”
Hákun West av Teigum 5
23 mál upp á 27 skot. Spælitíð 2:48:52 í 3 dystir
Spældi frálíkt á høgra veingi og skoraði nærum upp á hvørt einasta skot. Varð sera væl vardur móti Noregi og Póllandi, sum royndu at halda honum burtur frá skotum. Skoraði upp á 8 av 8 brotskøstum í seinasta dystinum
Elias Ellefsen av Skipagøtu 5
23 mál upp á 40 skot. Spælitíð 2:29:32 í 3 dystir
Var við í øllum í føroyska álopsspælinum, og vísti øllum hondbóltsheiminum, at hann er ein serstakur úrmælingur, sum megnar at seta ferðina í álopsspælinum. Gera tekniskar finessir, sum hugtaka øll. Viðhvørt domineraði hann kanska føroyska spælið ov nógv, soleiðis at tá ið tað ikki riggaði, steðgaði alt upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald