Mentan

Fagnaðarkvøld fyri Jóan Jakku Guttesen & Magnusi á Stongum

Fagnaðarkvøld fyri Jóan Jakku Guttesen & Magnusi á Stongum í Sørvági, leygarkvøldið tann 27. januar kl 20:00.

2024-01-06 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við, at Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava føðingardag, verður skipað fyri fagnaðarkvøldi í heimbygdini Sørvági.
Báðir eru væl kendir innan føroyska tónleikaheimin, og hava rós uppiborið fyri teirra avrik. Nú ynskja vit at geva teimum eina hjartans tøkk fyri teirra íkast.
Tiltakið verður í dansistovuni í Sørvági.

Á skránni eru tónleikur, røður og hugni. Ymiskir tónleikarar og sangarar fara at tulka sangir hjá Jóan Jakku og Magnusi.
Í steðginum verður borðreitt við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi.

Tiltakið byrjar kl. 20:00. Dyrnar lata upp kl. 19:30.
 
Almenna tiltakið endar kl. 23:00, og eftir tað verður «jam session» í Wild West-hølinum, har øll eru vælkomin.
 
Tiltakið kostar 250 kr.
18 ára aldursmark.

Trýst her fyri at keypa atgongumerki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder