Lýsing

Farloyvisstarv sum góðskumennari hjá Hiddenfjord

Vilt tú vera við til áhaldandi at dagføra, menna og stýra góðsku og góðskuskipanina á góðskingarvirkinum í Sørvági?

2022-08-11 07:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit leita eftir einum dugnaligum og framfýsnum starvsfólki til okkara góðskudeild á góðskingarvirkinum. Talan er um farloyvisstarv í 1 ár. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfólkum á góðsludeildini og øðrum á virkinum.

Arbeiðsuppgávur
• Dagliga góðskuarbeiði á virkinum
• Íverksetan av elektroniskari góðskuskipan
• Dagføring av góðskuskipanini
• Menna góðskuskipanina
• Aðrar uppgávur

Førleikakrøv
• 
Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi akademiska útbúgving innan matvørufrøði ella aðra viðkomandi náttúruvísindarliga útbúgving
• Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
• Ert væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• Ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur
• Hevur góðar telduførleikar

Løn og setunarviðurskiftir
Løn og setunarviðurskiftir verða sambært avtalu við arbeiðsgevara. Starvið er ætlað at seta sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Setanin er til og við 31. oktober 2023.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lailu Jacobsen, góðskuleiðara, tel +298 288985 ella teldupost til laila.jacobsen@hiddenfjord.com
Umsóknarfeist er mánadagin 29. august 2022

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hiddenfjord.com

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder