Vinna

Felagið Peningastovnar: Fá tær Samleikan, tí NemID verður avtikið

Samleikin gevur atgongd til nýggja Netbankan

2022-03-24 10:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fá tær Samleikan, tí NemID verður avtikið 


Skjótt verður NemID avtikið sum innritanarloysn til føroysku Netbankarnar, og í staðin skal Samleikin brúkast bæði hjá privat- og vinnukundum. Tí heita peningastovnarnir á allar sínar kundar um at útvega sær Samleikan skjótast gjørligt.


Samleikin gevur atgongd til nýggja Netbankan
Fyrstu kundarnir eru longu byrjaðir at brúka nýggja Netbankan hjá føroysku peningastovnunum, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn. Í næstum skulu allir føroyingar skifta til nýggja Netbankan, og tá er neyðugt at hava Samleikan fyri at fáa atgongd til kontur, gera flytingar, undirskriva skjøl o.a.


Peningastovnarnir heita á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo skjótast gjørligt. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið gamli Netbankin letur aftur, og NemID verður endaliga avtikið 13. juni 2022.


Felagið Peningastovnar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder