2025-06-29 10:06

Fíggingin komin í hús
Føroysku hondbóltsdreingirnir hava ikki bara skrivað heimssøgu, men teir hava skrivað seg í føroysku hjørtuni við skjótum, tekniskum og rúnarbindandi hondbólti.
Tíverru vóru tað ikki ølll, ið høvdu møguleika at síggja serstakliga spennandi og søguligu hálvfinaluna móti Portugal, tí dysturin mátti keypast umvegis heimasíðuna hjá Solidsport.
Av tí at Kringvarpið ikki hevur rættindi til hondsbóltsdystirnar hjá U-21 var farið í gongd við at savna pengar inn, soleiðis at søguligi bronsudysturin móti Svøríki kann vísast í Kringvarpinum.
Fíggingini er komin í hús. Talan er um 30 fyritøkur og 5 kommunur, ið hava tikið stig til at stuðla søguliga bronsudystinum.
Nú manglar bara tekniski parturin, men hann kemur væntandi í rættlag skjótt. Sum støðan er nú, er tað tí nógv, ið bendir á, at søguligi bronsudysturin móti Svøríki verður vístur í Kringvarpinum.
Til gleði og gangs fyri allar føroyingar.
Hesi stuðla søguliga bronsudystinum:
- Fishfacts
- Oy
- Poul Hansen
- Mowi
- Sunda kommuna
- Eysturkommuna
- Faroe Ship
- 62 norð
- Vága kommuna
- Varðin
- Hotel Hilton
- Vónin
- Runavíkar kommuna
- Poul Michelsen
- Skálkur.fo
- Smyril Line
- Magn
- Voxbotn
- SMS
- Atlantic Airways
- Havnar Bio
- Føroya Bilasøla
- Christian í Grótinum
- Effo
- Klaksvíkar kommuna
- Føroya Tele
- Nema
- Framskák
- Samskip
- Vestpack
- Rasmussen bussar
- Tummas Dam Ítróttur
- Simme Musikkhús
- Málarameistarin á Fríðufløtum
--
Vinarliga
Hanus Samró
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald