Vinna

Fíggjarstøðan í Føroyum góð samanborið við londini í ES

.

2025-09-03 14:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Fíggjarstøðan í Føroyum góð samanborið við londini í ES

Búskaparráðið legði mánadagin fram heystfrágreiðingina fyri 2025. Millum sjálvsagdar tættir í frágreiðingini er fíggjarliga gongdin og fíggjarliga støðan í landinum og har eru skuld og hall ein partur.

Búskaparráðið og Landsbankin eru seinastu tíðina farin at brúka hugtakið EGS skuld, sum er ein Evropeiskur standardur fyri skuld hjá londum. Tað er gott, at ein Evropeiskur standardur verður brúktur, so vit kunnu samanbera støðuna í Føroyum við onnur lond. 

Við EGS skuldini verður almenna skuldin sett í mun til BTÚ. Standardurin ásetur, at almenna skuldin ikki má verða størri enn 60% av BTÚ. Føroyska almenna skuldin, sum er 32% av BTÚ (BTÚ er 28,4 mia. kr.), er millum lægstu í Evropa. 

ES hevur eisini ein standard fyri avlop/hall í almenna búskapinum, sonevndi ESA standardurin, sum ásetur, at hallið ikki má verða størri enn 3% av BTÚ. ESA standardurin verður ikki brúktur í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, kanska burdi hann tað, soleiðis at vit eisini har kunnu samanbera støðuna í Føroyum við onnur lond í Evropa.


EGS skuldin

EGS skuldin fevnir um landið, kommunurnar og grunnar. Búskaparráðið vísir á, at skuldin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar eisini verður roknað uppí skuldina hjá landskassanum. 

Sum víst í myndini niðanfyri (sum er úr Heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum), so er føroyska EGS skuld 32% av BTÚ. Skuldin hjá flestu londum í Evropa er væl hægri enn hetta og hjá fleiri av londunum er skuldin eisini hægri enn EGS hámarkið. 

 


ESA hallið

Eins og við skuldini, so verður avlop/hall hjá londum í Evropa eisini uppgjørt í mun til felags Evropeiskan standard, ESA (European System of Accounts (ESA 2010)), sum allir landsroknskapir í ES skulu gerast upp eftir.

ESA úrslitið fevnir um avlop/hall hjá statinum, kommunum og regiónum og sosialum grunnum (herundir arbeiðsloysisskipanum) undir einum. ESA standardurin ásetur, at hallið hjá almenna geiranum má ikki verða størri enn 3% av BNP. 

Búskaparráðið metir at hallið hjá Landskassanum í 2025 verður 390 mió. kr. og hjá kommunum verður umleið 240 mió. kr., tilsamans 630 mió. kr., sum er umleið 2,2% av BTÚ.

Sosialir grunnar, m.a. ALS, eru ikki við í hesari uppgerðini, eins og ESA standardurin leggur upp til. Í mun til ESA standardin gevur metingin hjá Búskaparráðnum sostatt ikki røttu myndina.

Um vit gera eitt roknidømi og taka avlopið hjá ALS frá 2024, sum var 210 mió. kr. við í uppgerðina og siga at úrslitið verður á leið tað sama í 2025, so merkir hetta at ESA hallið í 2025 verður umleið 420 mió. kr. (og ikki 630 mió. kr.). Hetta svarar til eitt hall á umleið 1,5% av BTÚ. 

Verður samanborið við flestu londini í Evropa, so hava nógv ES-lond eitt ESA hall, sum er størri enn føroyska halli og eisini størri enn 3% av BTÚ, eins og myndin vísir.


Føroyski búskapurin millum teir frægi í Evropa

Sjálvandi er tað ikki gott at føroyski búskapurin hevur hall í fleiri ár og miðja eigur eisini at verða ímóti yvir tíð at hava eitt avlop. Men verður føroyski búskapurin mettur í mun til ES standard um skuld og hall hjá almenna geiranum í prosent av BTÚ, so eru Føroyar millum tey heilt frægu í Evropa, bæði tá tað kemur til skuld og hall. -Og hetta er altso uttan eitt fíggjarpolitiskt regluverk í Føroyum.

Fíggjarpolitska regluverkið kemur

Greitt er, at tað er tørvur á einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum landspolitiski myndugleikin skal fyrihalda seg til og virka útfrá. Og við verandi støðu, har Føroyar eru millum tey frægu í Evropa, tá tað kemur til skuld og hall (uttan fíggjarpolitisk regluverk), so er útgangspunktið rættiliga gott.

Í grannalondum okkara verður fíggjarpolitiska regluverki brúkt sum eitt týðandi stýringsamboð í langtíðarplanleggingini – við málsetningum um hvussu stór skuldin hjá almenna geiranum skal verða í mun til BTÚ og um avlop í mun til BTÚ yvir eitt áramál. 

Í Svøríki er tað t.d. málið, at skuldin ikki skal verða størri enn 35% (+/- 5%) av BTÚ (hóast ES reglurnar siga 60% av BTÚ) – og tað er eisini eitt mál í Svøríki, at tað skal verða eitt avlop á fíggjarlógini á 0,33% av BTÚ, roknað yvir eitt langt tíðarskeið við bæði há- og lágkonjukturum.

Hetta eru málsetningar, sum fíggjarpolitiska regluverkið í Føroyum eisini eigur at fevna um – og fara vit sjálvandi at taka hetta við, tá

 vit í heyst fara at viðgera uppskot um fíggjarpolitisk regluverk saman við landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum.


Dennis Holm
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi og limur í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder