
Summi ristu við høvdinum, tá ið stjórin, Atli Gregersen, fyri fimm árum síðani boðaði frá, at Hiddenfjord, ið er kent fyri sína kompromisleysu umhvørvisligu tilgongd, gavst at flyta fisk á marknaðin við flogfari fyri at minka um CO2-útlátið.
Við átakinum valdi Hiddenfjord at standa við síni burðardyggu virðir, hóast felagið kom undir stórt trýst á týðandi marknaðum fyri feskan laks í Amerika og Asia, sum bara kundu røkkast við flogflutningi.
Bob Geldof gav íblástur í Norðurlandahúsinum
“Hjá Hiddenfjord hildu vit okkum hava eina moralska skyldu at minka okkara CO2-útlát,” greiðir Atli Gregersen frá. “So tá Bob Geldof talaði um veðurlagsbroytingar á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í september 2019, tóku vit væl ímóti høvuðsboðskapinum. Hann mælti fólki til at flyta seg frá metingum aftur og fram og heldur taka eina greiða støðu um at fremja eina møguliga ætlan. “Tá ið støðan er tikin, er tað nógv lættari at hugsavna seg um, hvussu ætlanin skal fremjast,” segði Bob Geldof.”
“Tá fluttu vit okkum frá tanka til handling,” sigur Atli Gregersen. “Nógv tað størsta útlátið frá aling og sølu av laksi kemur frá flutningi til marknaðin við flogfari. Tí var tað púra greitt fyri okkum, at vit skuldu gevast við loftvegis flutningi,”
Dagurin fyri kollveltandi átakið var settur til 10.10. 2020, og tíðina fram til tá fyrireikaði Hiddenfjord seg til broytingina.
Sparingin svarar til umleið helvtina av árliga føroyska útlátinum
Í CO2-roknskapinum fyri laks var flutningurin loftvegis stóri syndarin. Við skiftinum til flutning við skipi til Amerika fall CO2-útlátið per kilo kruvdan laks við pakking frá 7,1 kilo niður í 0,35 kilo av CO2 í einum høggi hin 10. oktober 2020 og hevur verið har síðan.
Hiddenfjord hevur eisini tikið onnur stig, sum minka um útlátið. Eitt nú skifti felagið til burðardyggari fóður við lægri útláti og monteraði stór sólorkupanel á tekjurnar á nøkrum virkisbygningum. Hesi og onnur átøk hava minkað um útlátið frá allari framleiðsluni úr 5,1 niður í 3,5 kilo CO2-útlát fyri hvørt kilo av kruvdum laksi við pakking.
Samanlagt er CO2-útlátið fyri laks frá Hiddenfjord til amerikanska marknaðin fallið úr 12,2 kilo av CO2 í 2020 til 3,85 kilo av CO2 fyri hvørt kilo av laksi í 2025.
Til samanberingar hevur Hiddenfjord, síðani stóra avgerðin um at gevast at flúgva laks bleiv tikin, spart á leið líka nógv CO2-útlát, sum alt tað føroyska samfelagið – íroknað føroysk fiskiskip – framleiðir í eitt hálvt ár. Tað er eitt søguligt bragd, sum í longdini munar øgiliga væl.
Trýstið at finna loysnir elvdi til enn betri góðsku og haldføri
Stóra avbjóðingin hjá felagnum var at finna eina gongda leið at røkja marknaðirnar, sum annars bygdu á flogflutning. Kræsnu keypararnir í Amerika – eitt nú heilt góðar matstovur – skuldu sannførast um, at tey fingu eins góðan laks, hóast hann ikki var flogin á marknaðin.
Skiftið var tungt í byrjanini, men Hiddenfjord hevði tikið stig, sum kundu menna og betra um tøkuna, handfaringina, reinsingina og kølingina av laksinum, so køldi laksurin, fluttur við skipi til Amerika, varðveitti í minsta lagi somu góðu góðsku sum áður.
Átøkini at optimera góðskuna hava hepnast so mikið væl, at góðskan og haldførið eru betri í dag, enn tá fiskurin varð flogin til marknaðin fyri fimm árum síðan.
Í tøttum samstarvi við flutningsfeløg varð allur flutningurin eisini optimeraður fyri at stytta um flutningstíðina. Harafturat varð ansað eftir, at køliketan var óbrotin frá tí, at fiskurin var pakkaður í Føroyum, til hann var borin inn á matstovuna í New York. Nakað, ið ikki bar til, tá ið laksurin varð fluttur við flogfari.
“Quality is absolutely fantastic”
Kræsnu keypararnir vóru skeptiskir um nýggju flutningsleiðina í fyrstani, men ásannaðu skjótt, at laksurin hevði í minsta lagi somu góðu góðsku, sum tá hann varð fluttur loftvegis á amerikanska marknaðin. Sølan stabiliseraði seg skjótt, og er eisini vaksin munandi síðan tá.
Hiddenfjord-laksurin er í dag eitt brand, sum hevur brent seg fast hjá teimum heilt góðu matstovunum, sum á matarlepanum lýsa við laksi frá Hiddenfjord úr Føroyum.
Ein av kræsnu keyparunum, Robert Amar frá Small World Seafood úr Philadelphia, sigur soleiðis um góðskuna hjá Hiddenfjord: “Góðskan er einastandandi. Heilt framúr. Eg havi fingist við laks úr øllum heraðshornum. Viðskiftafólkini hjá mær elska laksin frá Hiddenfjord.”
Sølan av Hiddenfjord laksi til Amerika gongur framúr væl, og parturin av framleiðsluni hjá Hiddenfjord, sum fer sjóvegis hagar, er vaksin upp til 40 prosent.
Eisini á øðrum marknaðum hevur menningin av góðskuni og haldførinum havt við sær økt nøgdsemi við Hiddenfjord laksin,
Tað sæst aftur bæði í prísi og vaksandi útflutningi til Evropa, har eftirspurningurin er vaksin nógv.
Lata upp fjarar marknaðir
Við avgerðini um at steðga flutninginum loftvegis misti Hiddenfjord atgongdina til Asia og aðrar fjarlagdar marknaðir, ið vanliga gjalda høgan prís fyri feskan laks. Hóast inntøkurnar frá hesum marknaðum kundu vera stórar, so metti Hiddenfjord, at prísurin fyri umhvørvið var ov høgur.
Men felagið hevur støðugt arbeitt fyri at menna eina alternativa burðardygga flutningsloysn.
Tann loysnin finst við frystum hágóðskulaksi, sum verður tiðnaður upp á staðnum, har keyparin er.
Heimaarbeiðið er longu gjørt, tí Hiddenfjord hevur hesi árini lagt nógva orku í at menna mannagongdirnar viðvíkjandi frysting og tiðning, so laksurin heldur somu góðu góðskuna, eisini tá ið hann verður fluttur út á marknaðin frystur.
Atli er bjartskygdur um framtíðina:
“Umdømið hjá okkum er støðugt vaksið, síðani vit góvust við at flyta laks loftvegis, og í dag verður Hiddenfjord mett at vera eitt av best umtóktu laksamerkjunum í USA. So eg kann bara takka Geldof fyri góðu ráðini um at taka greiða støðu, so vit kundu hugsavna okkum um at fremja neyðugu átøkini í verki. Vit gleðast eisini um at kunna bjóða keyparum um allan heim laks í heimsflokki við betri góðsku enn nakrantíð fyrr – og við lítlum CO2-útláti, sum er til frama fyri umhvørvið!”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald