Vinna

Fingrarnar vekk frá Strandferðsluni

Strandferðslan skal ikki stýrast sum ein gróthørð fyritøka. So er alt endamálið burtur við at tryggja øllum føroyingum flutning millum øki í landinum. 

2022-03-09 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú er ein arbeiðsbólkur komin fram til, at flutningsskyldan skal burtur, og Strandferðslan skal vera eitt alment partafelag. Í útvarpstíðindunum bleiv sagt, at starvsfólkini á Strandferðsluni arbeiða hart, og eingin koyrir við Oyggjaleiðum. Og tí heldur bólkurin, at ein privatisering av Strandferðsluni skal loysa alt. 

Fara starvsfólkini at varðveita sítt arbeiði av tí? Fara fleiri fólk at koyra við Oyggjaleiðum so? 


Tað er ivasamt. Sannlíkt er, at Strandferðslan og almennan ferðslan so verður stýrd sum ein gróthørð fyritøka. Starvsfólkahópurin skal sikkurt effektiviserast og skerjast í eina helvt, og tómu bussarnir niðurleggjast. Til endans eru allar leiðir, sum ikki geva avkast, spardar burtur.


Harímillum er Sandoyarleiðin og Suðuroyarleiðin, sum eru nógv tær dýrastu at ferðast til og frá. 


Vit kunnu øll vera samd um, at strandferðsluflotin skal endurnýggjast. Men tað ber væl til at gera á fíggjarlógini. Hetta er bara ein roynd at káva út yvir útreiðslurnar við at taka Strandferðsluna av fíggjarlógini. Men ein útreiðsla er ein útreiðsla – og til endans hevur landið ábyrgd av henni. 


Tí mugu fólkavald eisini hava ávirkan á Strandferðsluna í samráð við leiðslu og starvsfólk. 

Í fjør sóu vit eisini, hvussu galið tað kann enda við starvsfólkatrygdini í almennum partafeløgum, tá Posta elti eitt starvsfólk av órøttum. Er hetta tað, sum føroyingar ynskja sær við Strandferðsluni?


Tað vænti eg ikki. Vit mugu tryggja, at dugnaligu starvsfólkini á Strandferðsluni ikki verða offur fyri eini partafelagshugsan. Vit mugu tryggja, at allar oyggja- og bygdaleiðir verða varðveittar – eisini tær dýru. 


Tað er grundleggjandi fyri samanhangsmegina í Føroyum, at landið hevur skyldu til at flyta fólk og farm til øll øki í Føroyum. 


Bjarni Hammer, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder