Mentan

Fiskivinnutingið verður í kvøld

Í kvøld kl 18.30 verður árliga Fiskivinnutingið í Klaksvík í sambandi við Sjómanna­dagin - Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum frá 18.30

2023-08-16 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

 Fiskivinnutingið, sum verður fyriskipað av Føroya Fiskimannafelag, verður á Skúlatrøð og byrjar kl. 18.30. Høvuðsevnið á fundinum er orðað sum ein spurningur: Ber til at virðisøkja fiskatil­feingið meira, enn gjørt verður í løt­uni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?

 Lagt verður upp til, at evnið skal viðgerast við atliti at tveimum ymiskum produkt-sporum:

  • Eru ótroyttir møguleikar fyri virðisøking av fiskatilfeinginum, tá ið tað kemur til matvørur úr fiski (fiskur í dósum og aðrar liðugtvørur, nýggjar tøkniligar viðgerðir av rávøruni osfr.)?
  • Hvørjir eru møguleikarnir fyri virðisøking av fiskatilfeinginum við øðrvísi produktum, tvs. vør­um úr fiski, grundaðar á biotøkni o.l. (kend dømi: plástur úr skræðu, lýsi o.l., tablettir)?


Tríggjar framløgur vera:

  • Sigurjón Árason, yvirverkfrøðingur á Matís og professari á Háskóla Íslands: Virðisøking – royndirnar í Íslandi
  • Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum: Virðisøking og fjøltáttan av búskapinum í samfel­ags­búskap­ar­ligum høpi – fyrimunir, møguleikar og avbjóðingar
  • Ben Arabo, stjóri í Framtaki: Fígging av nýggjum/innovativum framleiðslum


Pallborðsorðaskifti

Pallborðið verður mannað við umboðum fyri politisku flokkarnar á tingi. Hvørt umboðið fær fimm min­utt­ir til at seta fram tær visiónir og ætlanir, ið flokkur teirra hev­ur á økin­um.

Fólkaflokkurin: Árni Skaale
Sambandsflokkurin: Johan Dahl
Javnaðarflokkurin: Uni Holm Johannesen
Tjóðveldi: Dennis Holm
Framsókn: Árni M. Dam
Miðflokkurin: Steffan Klein Poulsen

Eftir inn­­leiðandi um­farið verður orðaskifti

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder