Vinna

Fjálg løta í Skagen

Tó at tú einki eigur í hesi stóru verkætlan – at byggja eitt av mest framkomnu og snotiligu skipum til sítt endamál, so kendist tað viðkomandi, áhugavert og spennandi.

2022-03-06 09:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tó at tú einki eigur í hesi stóru verkætlan – at byggja eitt av mest framkomnu og snotiligu skipum til sítt endamál, so kendist tað viðkomandi, áhugavert og spennandi.

Fólkið savnaðist á stóra havnalagnum og síðani fór Kurt Degn Karstensen, stjóri á Kartensens Skibsverfti stundisliga kl. 14 upp á talarapallin framman fyri Christian í Grótinum og beyð vælkomin og segði nøkur orð.

Kurt er nr trý í røðini á skjótt 105 ára longu søguni hjá Kartensens Skibsverfti.

Eftir hann kom Tina Rasmussen, ið var gumma. Tað var ein hátíðarlig løta - Veðrið var gott við sól, men tó var tað nakað kalt. Øll ættarfólkini hjá Kristian Martin vóru í føroyskum klæðum, sum prýddi myndina væl.

Tina las stillisliga og sannførandi orðini upp fyri dópin:

Harrin signi og varðveiti teg á øllum leiðum tínum.

Mín bøn er, at tú skal verða til signing fyri eigara og manning -

Og til æru fyri teir, ið teg hava bygt!

Navn títt skal vera Christian í Grótinum

Eftir dópin varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið av teimum føroyingum, ið vóru til staðar, sum ikki vóru so fáir.

Síðani kom Bogi Rasmussen, skipari upp á pallin. Hann hevur vegna reiðarríðið verið eitt slag av verkætlanarleiðar fyri hesi stóru verkætlan, og takkaði fyri tað álit, nevndin og brøðrirnir høvdu sýnt honum, tí hann hevur arbeitt við hesum skipi nú í langa tíð.

Bogi takkaði teimum, sum høvdu verið við í hesi áhugaverdu tilgongd og bað at enda um signing fyri skip og manning.

Kartensens Skibsværft hevur bygt skrokkin í Polandi. Síðani er skipið liðuggjørt í Skagen. Teir eiga eina skipasmiðjiu í Polen og so hesa í Skagan, har tað til samans eru um 6-700 starvsfólk knýtt at. Teir hava eisini skipasmiðju í Grønlandi, har tað starvast eini 15 mans.

Telur tú alt við, sum Kartensen Skibsvært leigar inn av montørum, málarum og øðrum, so telja hesi eini 500 fólk afturat - tilsamans meri enn 1100 fólk, sum hava sín dagligdag í hesi stóru fyritøku, ið er kend fyri hegni í skilasmíði.  

Í kvøld bjóðaði Kartensens Skibsværft til stóran døgurða fyri innbodnum, ið m.a. hava havt við nýbyggingina av skipinum at gera.

Eftir ætlan verður loyst við kós til Føroyar einaferð seinna partin sunnudagin.

Skrivað hevur Dávur Winter.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder