2026-09-07 21:52
Tíðliga í morgun kom Høgaberg á Fuglafjørð við 170 tonsum av makreli. Høgaberg er nú farin avstað aftur.
Í løtuni landar Vesturbúgvin til Pelagos. Vesturbúgvin hevur 55 tons av makreli.
Jupiter er eisini á Fuglafirði, og sleppir framat tá ið Vesturbúgvin er liðugur. Jupiter hevur 85 tons av makreli.
Norðingur og Borgarin hava í kvøld sett kós ímóti Føroyum. Norðingur hevur 142 tons av makreli, og Borgarin hevur 136 tons av makreli.
Øll skipini hava roynt í norskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald