2026-11-23 07:46
Eftir dystirnar um vikuskiftið, har Fleyr, KÍF og Mjølnir øll vunnu 3-0 sigrar, er líkt til, at tað fyribils verða hesi trý, sum fara at kappast um tey tvey FM finaluplássini í mars. Men fýra mánaðir eru til ta tíð, og enn hava liðini bara spælt millum tríggjar og fimm dystir, so støðan kann broytast.
Fleyr – SÍ 3-0 (25-17, 25-17, 25-18)
Fremst, við fullum stigatali fyri fimm dystir, er Fleyr, sum í gjár vann lættan sigur á verandi føroyameistara SÍ, sum hevur mist fleiri leikarar frá síðsta kappingarári.
SÍ fylgdi væl við fyrstu løtuna í fyrsta setti, men eftir at SÍ minkaði um munin til 8-9, vann Fleyr 10 av teimum næstu 11 stigunum og at enda settið 25-17.
SÍ helt longur á í øðrum setti og minkaði um munin til 15-17 við fimm stigum á rað, men at enda gjørdist munurin kortini tann sami sum í fyrra settinum: 25-17 til Fleyr.
SÍ gjørdi ein vørr í triðja setti og legði seg á odda 5-1, men frá 5-7 vann Fleyr 12 av teimum næstu 13 bóltunum, og hóast SÍ seinni vann seks stig á rað, gjørdist munurin at enda næstan eins stórur og í hinum báðum settunum. Triðja settið vann Fleyr 25-18.
Mikukvøldið vitjar Fleyr í Kollafirði, har KÍF á øðrumplássi tekur ímóti. Sunnudagin spælir SÍ, sum framvegis einki sett hevur vunnið, ímóti Ternuni á Toftum.
KÍF – Ternan 3-0 (29-27, 25-21, 25-12)
Hóast 3-0 til kollfirðingar, so var tað ikki uttan svørðsslag, og fyrsta sett kundi tað sama farið til Ternuna, sum var frammanfyri 19-16 og 23-21. Men KÍF vann tey næstu trý stigini og fór framum 24-23. Ternan yvirlivdi settbóltin og fýra aftrat, áðrenn KÍF loksins vann 29-27 við sætta settbóltinum.
Ternan hekk væl í KÍF í øðrum setti, og var bara eitt stig aftanfyri við støðuna 16-17, men munurin vaks tá aftur upp í trý stig og síðan fýra, tá ið KÍF legði seg á odda 23-19, og so gjørdist tað ikki veruliga spennandi, tí heimaliðið vann 25-21.
Ternan legði seg á odda 7-4 í triðja setti, men løtan var stokkut, tí KÍF fór alt fyri eitt framum 8-7, og eftir at Ternan hevði minkað um munin til 12-14, fór hon púrasta í svart, tí KÍF vann rest – 11 stig á rað! 25-12 til KÍF, sum við sigrinum hevur lagt seg á annaðplássið í kappingini.
Hjá KÍF vóru tað fyrrverandi TB’ararnir, Ariana Pereyra, Johanna Bjørt Christiansdóttir og Sharon Haynes, sum vóru toppskorarar við ávikavist 12, 11 og 9 stigum. Fimm av stigunum hjá Sharon vóru serviess. Hjá Ternuni vóru tað aftur veteranarnir Birgit Guttesen og Sofía Purkhús, sum við ávikavist 12 og 11 stigum fingu mest.
Dráttur – Mjølnir 0-3 (9-25, 18-25, 23-25)
Leygardagin vann Mjølnir tryggan sigur á Drátti, sum tó bjóðaði av í triðja setti.
Dráttur hevði eisini lagt seg á odda 6-5 í fyrsta setti, tá ið Mjølnir vann 12 stig á rað og fór framum 17-6, áðrenn settið varð vunnið 25-9. Dráttur fylgdi so dánt við til 13-16 í øðrum setti, tá ið munurin fór at økjast, til Mjølnir hevði vunnið 25-18.
Triðja sett gjørdist rættiliga spennandi. Dráttur var eitt skifti frammanfyri 13-9, áðrenn Mjølnir vann seks stig á rað og legði seg á odda 15-13. Dráttur endurvann sær leiðsluna við 18-17, men misti hana aftur alt fyri eitt, tá ið Mjølnir vann teir næstu fýra bóltarnar. Dráttur javnaði tó aftur til 21-21, men Mjølnir helt høvdi kalt móti endanum og vann 25-23.
Somu lið spæla longu aftur í kvøld kl. 19:30 – hesaferð í Klaksvík.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Fleyr | 5 | 14 | 15 |
2 | KÍF | 4 | 8 | 10 |
3 | Mjølnir | 3 | 3 | 6 |
4 | Ternan | 5 | -7 | 4 |
5 | Dráttur | 4 | -9 | 1 |
6 | SÍ | 3 | -9 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald