Ítróttur

Flogbóltsgenturnar taptu ímóti Íslandi

Føroysku U18 genturnar taptu 1-3 ímóti Íslandi, men fyrstu settini góðu tó góðar ábendingar um eitt sterkt føroyskt liðavrik.

2026-01-12 21:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska U18 landsliðið við gentum hevur fyri løtu síðani tapt 1-3 ímóti Íslandi við settúrslitunum 22-25, 31-29, 19-25 og 13-15. Fyrstu tvey settini valdu føroyski venjararnir at halda sterkastu uppstilling. Ímóti endanum av 3 settið byrjaði hann at skifta út fyri at spara leikrar til hálvfinalurnar í morgin. Í fjórða settinum var liðið heilt skift og allir berandi leikararnir á liðnum sótu uttanfyri. 

Talan er um eitt sera sterkt íslendskt lið, sum íslendska flogbótlssambandið hevur arbeitt við í tvey ár fram ímóti hesi kappingini. Síðsta summar var hetta liðið við í SCA kappingini fyri A-landslið sum liður í hesi fyrireikingini. 

Um so er, at føroyska liðið vinnur seg fram í finaluna, so verður tað helst ímóti Íslandi, so gongdin í fyrsta og øðrum settið var jalig fyri føroyska liðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder