2026-08-17 22:04
5. stevnan í FM stevnurøðini verður ein av døgunum 21.-23. august í Sandavági. Stevnan er fyri kvinnur og menn.
Fyriskipari er Dráttur. Tilmelding í seinasta lagið 19. august 2026 á [email protected]
Tilmelding skal umfata nøvnini á báðum leikarunum, aldur á leikarum, har lægsti aldur er 13 ár, og hvat flogbóltsfelag teir eru limir í.
Luttøkugjald er 300 kr. fyri hvørt lið. Luttøkugjaldið skal flytast á konto 6460 1539258.
Lið skulu verða í eins klæðum, sum skulu verða merkt við nr. 1 og nr. 2
Samlaðu reglurnar fyri FM stevnurøðina síggjast á FBF.fo
Umframt 5. stevnuna í Sandavági er stevnurøðin nú hendan:
28.- 30. august, Fuglafjørður, Kvinnur og Menn
4.- 6. september, Fuglafjørður, FM Final 4, Kvinnur og Menn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald