Vinna

Fólkaflokkurin - barnafrádrátturin skal hækka

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, hvørs endamál er at økja barnafrádráttin hjá føroysku familjunum. 

2023-03-02 10:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Uppskotið varð lagt fram fyri jól, men av tí at løgtingsval varð útskrivað, datt uppskotið burtur. Tá fíggjarlógin varð borin í Tingið var uppskotið tíverri ikki við. 

Tað er átroðkandi neyðugt at geva barnafamiljunum eina hjálpandi hond. 

Seinasta tíðin hevur verið merkt av øktum prísum, rentum og oljuprísum v.m. Príshækkingar koma sum steinur omaná byrðu hjá barnafamiljunum. 

Tískil er tað alneyðugt, at vit geva barnafamiljum ein fíggjarligan lætta. 

Tí verður skotið upp at hækka barnafrádráttin við 2.000 kr. um árið fyri børn undir skúlaaldur og 1.500 kr. um árið fyri børn frá 7 til 17 ár. 

Uppskotið fær virknað frá 1.januar 2023, so tað er galdandi fyri alt árið. 

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder