Politikkur

Fólkaflokkurin aftur á Fólkating

Til fólkatingsvalið 31. oktober bjóði eg meg fram á listanum hjá Fólkaflokkinum.

2022-10-14 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hjá fleiri kann tað tykjast undarligt, at vit skulu velja tvey fólk at umboða okkum í einum parlamenti, sum er í einum øðrum landi. Tað skilji eg so sera væl.

Tó er tað soleiðis, at í hesum parlamentinum verða tiknar avgerðir, ið viðvíkja Føroyum og føroyingum.

Tí er tað týdningarmikið, at vit hava eina sterka rødd á Fólkatingi, ið talar okkara søk. Tað vilja eg og Fólkaflokkurin at vera fyri Føroyar og føroyingar.

Fái eg tykkara álit, so vil eg:

- Betra um umstøðurnar hjá føroyingum, sum skulu í samband við danskar myndugleikar í gerandisdegnum
- Betra um umstøðurnar hjá føroyingum, ið fara til Danmarkar í lestrar- og tit sjúkraørindum.
- Virka fyri, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO, olympisku nevndini og øðrum felagsskapum
- Slóða fyri yvirtøkum av t.d. íleggingargrunninum og loftrúminum, og at Føroyar fáa betri handilssambond úti í heimi.

Eg hevði verið fegin um, at eg og Fólkaflokkurin fingu álit frá tykkum at umboða Føroyar á Fólkatingi.

Beinir Johannesen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder