Vinna

Fólkatalið vaks við 608 persónum seinasta árið

Fólkatalið vaks við 608 persónum seinasta árið, og 1. mars búðu 54.303 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

2023-04-18 18:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum. 


Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 143 fólk og eini nettoflyting á 465 fólk.  Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin eitt vet størri meðan burðaravlopið er minkað við einum triðingi.

Gongdin í burðaravlopinum og nettoflytingini meira støðug

Trendarnir í myndunum niðanfyri lýsa ávikavist gongdina í til- og fráflytingini og gongdina í føði- og deyðatalinum. 

Síðani 2020 hevur lutfalsliga stórur vøkstur verið í bæði tilflyting og fráflyting. Nærum javnfjaru trendarnir greiða frá, at tilflytingin og fráflytingin eru vaksnar líka nógv. Nettoflytingin er tí enn á leið tann sama sum í 2020.

Føðitalið var lutfalsliga høgt í 2020 og er síðani spakuliga minkað. Deyðatalið, sum hevur verið sera støðugt seinastu mongu árini, var fyrru helvt av 2022 óvanliga høgt. Tað hevur saman við lága føðitalinum minkað nógv um burðaravlopið. Seinastu mánaðirnar er deyðatalið minkað nakað aftur, og gongdin í lága burðaravlopinum hevur tí verið meira støðug.



Flestu kommunurnar vaksa

Fólkavøkstur var í 19 av teimum 29 kommununum seinasta árið. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, meðan størsta minkingin var í Hvalbiar og Sumbiar kommunu. 

Bygdirnar við størsta vøkstri og størstu minking vóru báðar í Tórshavnar kommunu. Størsti vøkstur var í Tórshavn, har 131 løgdust afturat, meðan størsta minking var í Kollafirði, har fólkatalið minkaði við 21 seinasta árið. 

Aðrar bygdir við fólkavøkstri vóru Hoyvík, Argir, Klaksvík og Saltangará, meðan fólkatalið minkaði í Søldarfirði, Hvalba og Lopra.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mars 2022 og 2023.

Fólkatalið í kommunum og bygdum

mar 2022 – mar 2023



marsmunur

20222023persónar%





Tilsamans53.69554.3036081,1
Fugloyar kommuna3843513,2
- Hattarvík1013330,0
- Kirkja283027,1
Viðareiðis kommuna352347-5-1,4
- Viðareiði352347-5-1,4
Hvannasunds kommuna418432143,3
- Depil275250,0
- Hvannasund253251-2-0,8
- Múli000-
- Norðdepil160171116,9
- Norðtoftir3300,0
Klaksvíkar kommuna5.3835.453701,3
- Klaksvík4.9995.062631,3
- Árnafjørður7667-9-11,8
- Norðoyri1431591611,2
- Ánirnar5451-3-5,6
- Mikladalur242514,2
- Trøllanes1618212,5
- Svínoy3029-1-3,3
- Húsar353500,0
- Syðradalur, Kalsoy67116,7
Kunoyar kommuna145141-4-2,8
- Haraldssund6762-5-7,5
- Kunoy787911,3
Fuglafjarðar kommuna1.6201.62550,3
- Fuglafjørður1.6081.61350,3
- Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2692.264-5-0,2
- Leirvík1.0261.02710,1
- undir Gøtueiði333300,0
- Gøtugjógv525535,8
- Skálafjørður, Eysturkommuna4400,0
- Norðragøta665654-11-1,7
- Syðrugøta48949120,4
Nes kommuna1.4581.506483,3
- Nes, Eysturoy365375102,7
- Saltnes15115100,0
- Toftir942980384,0
Runavíkar kommuna4.2624.353912,1
- Oyndarfjørður13013221,5
- Elduvík1116545,5
- Funningsfjørður6159-2-3,3
- Æðuvík10695-11-10,4
- Glyvrar444469255,6
- Lamba15516053,2
- Rituvík32032220,6
- Runavík580577-3-0,5
- Saltangará1.1081.153454,1
- Skipanes525535,8
- Søldarfjørður374359-15-4,0
- Lambareiði9900,0
- Skála731760294,0
- Skálafjørður13113875,3
- Funningur5049-1-2,0
Sjóvar kommuna1.1451.190453,9
- Innan Glyvur9089-1-1,1
- Kolbeinagjógv333639,1
- Morskranes3632-4-11,1
- Selatrað394125,1
- Strendur947992454,8
Eiðis kommuna792811192,4
- Eiði711724131,8
- Ljósá373700,0
- Svínáir4450613,6
Sunda kommuna1.8301.83550,3
- Norðskáli33233641,2
- Oyrarbakki16616710,6
- Oyri173172-1-0,6
- Gjógv2129838,1
- Haldórsvík116111-5-4,3
- Langasandur444624,5
- Tjørnuvík474700,0
- Saksun1011110,0
- Hvalvík25625710,4
- Nesvík000-
- Streymnes32833461,8
- Hósvík337325-12-3,6
Tórshavnar kommuna22.81023.0902801,2
- Kollafjørður835814-21-2,5
- Oyrareingir4538-7-15,6
- Signabøur148159117,4
- Argir2.4412.515743,0
- Tórshavn13.86313.9941310,9
- Kaldbak255251-4-1,6
- Kaldbaksbotnur8800,0
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes9810688,2
- Hoyvík4.5274.613861,9
- Norðradalur109-1-10,0
- Syðradalur, Streymoy96-3-33,3
- Kirkjubøur8477-7-8,3
- Velbastaður238257198,0
- Hestur1816-2-11,1
- Koltur000-
- Nólsoy230226-4-1,7
Kvívíkar kommuna59660150,8
- Kvívík38439392,3
- Leynar11111654,5
- Skælingur131300,0
- Stykkið3835-3-7,9
- Válur5044-6-12,0
Vestmanna kommuna1.2561.273171,4
- Vestmanna1.2561.273171,4
Vága kommuna2.1642.185211,0
- Sandavágur9881.015272,7
- Miðvágur1.1321.130-2-0,2
- Vatnsoyrar4440-4-9,1
Sørvágs kommuna1.2351.255201,6
- Sørvágur1.1381.153151,3
- Bøur707445,7
- Gásadalur1312-1-7,7
- Mykines1416214,3
Skopunar kommuna457473163,5
- Skopun457473163,5
Sands kommuna511524132,5
- Sandur511524132,5
Skálavíkar kommuna138131-7-5,1
- Skálavík138131-7-5,1
Húsavíkar kommuna11199-12-10,8
- Dalur3629-7-19,4
- Húsavík6560-5-7,7
- Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna4134-7-17,1
- Skúgvoy3129-2-6,5
- Stóra Dímun105-5-50,0
Hvalbiar kommuna673656-17-2,5
- Hvalba606589-17-2,8
- Sandvík676700,0
Tvøroyrar kommuna1.7571.76470,4
- Froðba28128320,7
- Trongisvágur530527-3-0,6
- Tvøroyri85886570,8
- Ørðavík2826-2-7,1
- Ørðavíkslíð606335,0
Fámjins kommuna8378-5-6,0
- Fámjin8378-5-6,0
Hovs kommuna10010444,0
- Hov10010444,0
Porkeris kommuna32333072,2
- Porkeri32333072,2
Vágs kommuna1.3721.364-8-0,6
- Vágur1.3721.364-8-0,6
Sumbiar kommuna356342-14-3,9
- Lopra8976-13-14,6
- Sumba25325410,4
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1412-2-14,3







Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder