Vinna

Førooyar: nýggja altjóða ferðamálið fyri ítróttartiltøk

Mikukvøldið 23. mars verður sjóneykan sett á, hvussu vit í Føroyum kunnu hýsa altjóða ítróttarkappingum og – tiltøkum.

2022-03-15 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

FØROYAR: NÝGGJA ALTJÓÐA FERÐAMÁLIÐ FYRI ÍTROTTARTILTØK?

Mikukvøldið 23. mars verður sjóneykan sett á, hvussu vit í Føroyum kunnu hýsa altjóða ítróttarkappingum og – tiltøkum.

Føroyar gera seg alsamt meira sjónlig á altjóða ítróttarpallinum, og at sleppa at kappast fyri Føroyar á heimavølli hevur stóran týdning – bæði fyri føroyskar íðkarar og fyri okkara tjóðarstoltleika og samleika.

Harafturat skapa ítróttarkappingar og -tiltøk virksemi hjá hotellum, matstovum, handilsvinnuni og mentanarlívi. Ofta í lágárstíð.

Hugskotið og Visit Tórshavn skipa tí fyri verkstovu fyri ítróttarsambondum og –feløgum mikukvøldið 23. mars. Finn Lyck, sum hevur drúgvar royndir frá Aarhus Events undir Aarhus kommunu, sum seinastu árini hevur verði karmur um alskyns ítróttartiltøk, er boðin til Føroya at geva okkum íblástur og góð ráð.

Hann fer á tiltakinum at greiða frá, hví Aarhus sum býur valdi at raðfesta hetta økið, og hvønn týdning tað hevur ikki bara fyri ítróttin, men eisini fyri vinnulívið og mentanarlívið í økinum. Hann hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvussu Føroyar eisini kunnu gerast eitt ferðamál fyri ítróttartiltøk og hevur nógv góð ráð við sær í viðførinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder