Vinna

Føroya Bjór - við nýggjari burðardyggari kós

-

2022-01-07 20:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Føroya Bjór - við nýggjari burðardyggari kós.

Minka CO2útlát- við nýggjari uppfinning.


Burðardygt Bjór og Brús.

Burðardygd hevur verið ein nátúrligur partur av DNA´num hjá Føroya Bjór síðani 1888 – Vit ansa altíð eftir at minimera alt spill í framleiðsluni, við endurnýtslu av fløskum, íløtum vm.

Tí er tað ikki nýtt fyri okkum, at arbeiða við heimsmálunum og burðardygd - vit stremba allatíðina eftir at blíva betur á hesum økinum.


Nýggj tøkni

Nú er spildurnýggj tøkni komin, har møguleiki er at endurvinna CO2frá bjór framleiðsluni, sum verður endurnýtt til sodavatn.

Føroya Bjór undirskrivaði í Desembur 2021 eina avtalu um eitt anlegg av hesum slag, ið longu er installerað á Ørbæk og Svaneke Bryghus á Bornholm.


Stuttflutt Sodavatn og bjór

Nýggja tøknin ger, at nærum onki CO2frá bjórframleiðsluni fer út í atmosferuna framyvir. Hettar verður alt endurvunnið og brúkt til sodavatnsframleiðsluna.

Við nýggju tøknini spara vit náttúruna og umhvørvið fyri CO2.

Frá bryggjaríinum verður sagt, at hettar er ein tøknilig grøn menning, ið vit í nógv ár hava eftirlýst.

Hettar er ein partur av tí burðardyggu kós, ið vit hava sett okkum komandi árini, siga tey á Føroya Bjór.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder