Tað er Ítróttarfelagið Frælsi, ið skipar fyri Føroya vakrasta hálvmaraton við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum lokalum felagsskapum og vinnufyritøkum, og kommununum í oynni, sum øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í samband við tiltakið.
Ítróttarfelagið Frælsi er felag fyri frælsan ítrótt í Vágum. Felagið varð stovnað á várið 2004, og er felagi partur av Frælsur Ítróttur Føroya – FÍF, sum er sersamband fyri frælsan ítrótt.
Síðan fyrsta tiltakið varð hildið í 2014, hevur Føroya vakrasta hálvmaraton, FVHM, ment seg til eina fasta og vældámda føroyska ítróttarhending. FVHM, sum er blivið vørumerki hjá felagnum, er eitt serligt samanspæl millum ítrótt, náttúruuppliving og felagsskap, og hevur nú í fleiri ár savnað bæði føroyskar og útlendskar rennarar og gongufólk í hundraðtali, sum uppliva serstøku føroysku náttúruna á einum av vakrastu teinunum í landinum. Rutan gongur gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, og bjóðar eina serliga uppliving við náttúru, tónleiki og góðum stemningi á vegnum.
Tað, at teinurin bæði kannn rennast og gangast, ger tiltakið atkomuligt fyri eitt breitt úrval av luttakarum við ymiskum førleikum og málum. FVHM er fyri øll og luttakarafjøldin er fjølbroytt, heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðspláss, vinarbólkar og familjur luttaka.
Eitt ávíst luttakaratal eru útlendskir gestir, og hetta setir ein serligan dám á við flaggrøðini, sum Vága Kommuna á hvørjum ári setur upp á málinum. Allir luttakarar fáa heiðursmerki, og við í luttøkugjaldinum er startnummar, bussflutningur av Giljanesi til Gásadals, vatnpostar og undirhald á rutuni, og okkurt til matna á málinum. Tey sum ganga, byrja í Gásadali kl.10:00, og rennararnir byrja 1 tíma seinni.
Kostnaðurin fram til 26. juli er 550,- kr. Tá er eisini seinasta freist at ogna sær serstøku mintgrønu renniblusuna frá Guðrun & Guðrun fyri 629,- kr.
Til 31. august, tá seinasta freist at tekna seg er, er kostnaðurin 650,- kr.
Nærri kunning um tiltaki fæst á heimasíðuni fraelsi.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald